Landsverk virðir føroyska søgu

Í einum innslagi í Dagur og Viku fríggjakvøldið 11. juli um krígssavnið í Vágum, varð víst á, at Landsverk er ein forðing fyri, at hetta kann gerast veruleiki. Landsverk vil hervið leggja dent á, at vit eisini virða ta søgu, ið fylgir við Grøna Húsinum í Vágum og ikki eru ímóti, at húsið verður nýtt til krígssavn. Tað Grøna Húsið, ið var strategiska høvuðsborgin hjá bretum undir seinna veraldar¬bardaga, verður í dag brúkt til vegastøð hjá Landsverki.

Forðingin liggur í, at fyri at Landsverk skal flyta seg úr Grøna Húsinum, má annað hús standa klárt at flyta inn í. Um einki hús verður latið Landsverki at flyta inn í, mugu pengar játtast á fíggjarlógini til endamálið. Virðið á bygninginum er fyri Landsverki júst tað, sum kostnaðurin er av at endurskapa virksemið í nýggjum umhvørvi.

Um tað skal verða kommunali skattgjaldarin í Vágum, allir føroyingar við at gjalda meira landsskatt ella møguligir sponsorar, sum skulu fíggja krígssavnið, vil Landsverk ikki taka støðu til, men tað má gerast greitt, at bygningur og lendi er ein partur av virðinum og harvið kostnaðinum.

Sostatt er Landsverk ikki nøkur forðan fyri einum krígssavni í Vágum, skrivar LV á heimasíðu síni.