Sum landsbyggiharri og harvið evsti myndugleiki innan almenna landsbygging, hevur byggilist stóran ans hjá Landsverki. Í sambandi við arkitektadagarnar vil stovnurin vera við til at varpa ljós á byggilist í síni heild. Í løtuni verður verkætlanarmannagongdir endurskoðaðar fyri at tryggja, at verkætlanir í framtíðini verða framdar við góðskuni í hásæti.
Tað skrivar Landsverk í tíðindaskrivi.
Tað er týdningarmikið við jøvnum millumbilum at varpa ljós á viðurskifti, ið kunnu vera við til at bera okkara samfelag framá. Soleiðis er eisini við arkitektadøgunum, sum verða hildnir á hvørjum ári, har Arkitektafelag Føroyar setir byggilist á dagsskránna.
Planlegging er lyklaorðið, og tí verður á Landsverki lagdur dentur á at gera eina fullførda byggiskrá, sum lýsir ynski, krøv og tørv fyri einstaka bygninginum, áðrenn farið verður undir at projektera og síðani byggja. Ein av stóru avbjóðingunum í dag er at skapa felags forstáilsi fyri verkætlanargongdini í sambandi við bygging sum heild, soleiðis at eitt nú tað fíggjarliga altíð fylgir við teimum krøvum, sum byggiánarin setir til verkætlanina. Somuleiðis er tað ein avbjóðing fyri arkitektin at fáa bæði tað byggilistarliga og fíggjarligu orkuna til ta einstøku verkætlanina at passa saman.
Tíðindaskrivi í fullum líki sæst á heimasíðuni hjá Landsverk, www.landsverk.fo