Í tí stóra heila er veðrið á einari leið kring landið, men kortini eru støð, har mátararnir hjá Landsverki senda ávaringar.
Tí seinastu dagarnar er hitin farin niður í móti og onkra løtu niðurum frostmarkið og tað sæst aftur á Ørðaskarði, har Landsverk fráboðar hálku.
Á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð verður ávarað um veður. Tí stutt fyri klokkan 9 máldu tólini hjá Landsverk vind upp í 28 m/s í hvirlunum.
Aðrastaðni í landinum er frægari, men sambært DMI veksur hann vindin seinnapartin til hvassan vind upp í skrið - 15-20 m/s.
Og soleiðis verður eisini í morgin fyrrapart, tó hann seinnapartin minkar vindin aftur.
Myndina eigur Ingi Sørensen.