Landsverk ávarar bilførarar

Landsverk heitir beint nú á bilførarar, sum koyra ímillum bygdir, um at vísa størsta varsemi.

Landsverk sigur, at tað regnar av grimd nógva staðni og tí er vandi fyri áarlopum oman á vegirnar kring landið.

Tað er eisini rættiliga nógvur vindur, so sum heild eru líkindini vánalig og tí verður heitt á bilførarar um at ansa sær.

Landsverk sigur, at tað er um alt landið, at líkindini eru vánalig, men enn er ongin skaði hendur, so vítt hann veit.

Árni Jacobsen, økisleiðari, sigur, at eitt dømi er á Skálafirði og norðanfyri Skipanes, har tað er nógv vatn á vegnum og tí krevur tað at koyrt verður varliga.

Myndirnar hevur Landsverk tikið ymsastaðni í Eysturoy, í Rituvík, Søldafirði, Skálabotni og á Skipanesi