Landsverk undirskrivað sáttmálar fyri 43 miljónir

Fyrrapartin í dag undirskrivaði Landsverk tveir sáttmálar í samband við Marknagilsdepilin.

Fyrrapartin í dag undirskrivaði Landsverk tveir sáttmálar við ávikavist føroyska Demich um at seta upp luftskiftisskipan og danska Brøndum International um vvs-arbeiði til nýggja Skúladepilin við Marknagil. 

 

Sáttmálin við Demich er á 21 miljónir krónur, meðan sáttmálin við Brøndum International um vvs-arbeiði er á 22,2 miljónir krónur. 

 

- Talan er um tvær royndar fyritøkur, ið skulu taka sær av hesi arbeiðstøku og gleðast vit um, at tað hevur eydnast okkum at koma á mál við hesum. Møguleiki var ikki at fáa alt hetta arbeiðið á føroyskar hendur, men helvtina hevur so ein føroysk fyritøka fingið.

 

Tað sigur Arne Debess Madsen, verkætlanarleiðari á Landsverki.

 

Stjórin á Landsverki er eisini væl nøgdur við, at Hvs-arbeiðstøkan nú er undirskrivað. 

 

- Vit fegnast sjálvandi um, at føroysk fyritøka eisini kann vera við í so stórari og týdningarmiklari arbeiðstøku, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

 

Tað eru í løtuni umleið 50 arbeiðsfólk á byggiplássinum við Marknagil. Arbeitt hevur verið við at montera stálelementir, betongelementir og betongdekk, og nú síggjast av álvara rúm í byggjarínum, og tú fært eina hóming av samlaðu støddini. 

 

Landsverk sigur, at arbeiðstøkurnar við Marknagil eru níggju í tali. Kostnaðarætlanin fyri verkætlanina er 515 miljónir krónur, íroknað innbúgv og annað, og skúlin skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.