Hvørki løgtingið ella Landsstýrið lurtaðu eftir, tá Landsverk vísti á veikleikar fyrst við verklagslógini fyri miðnámsskúladepilin og síðani útboðnum av arbeiðstøku.
Løgtingið fekk at vita, at málið var ikki nóg væl fyrireikað, meðan landsstýrið fekk at vita, at fíggjarligi vágin var ov stórur, um tilmæli hjá stovninum ikki bleiv fylgt. Mentamálaráðið fylgdi kortini ikki tilmælinum.
Í skrivinum, sum Landsverk í vikuni handaði Heðini Mortensen, landsstýrismanni, sigur stovnurin, at hann hevur ávara bæði løgtingið og landsstýrið um verkætlanina.
Landsverk sigur, at longu í 2008, tá verklagslógin fyri miðnámsskúladepilin skuldi samtykkjast, gjørdi stovnurin vart við, at hetta fór ikki at ganga.
Landsverk metti, at grundarlagið fyri áseting av byggikostnaði og tørvi á fermetrum var so veikt, at Landsverk sum byggiharri ikki kundi standa inni fyri tí upphædd og fermetrarali, sum var upplýst í lógaruppskotinum.
- Orsøkin var, at málið ikki var nóg væl fyrireikað, og svartíðin ov stutt, skrivar Landsverk í frágreiðingini, sum Heðin Mortensen hevur fingið.
Hóast hetta mótmæli frá Landsverki, bleiv verklagslógin samtykt 26. mai 2008.
Í 2011 sendi Landsverk eitt upprit til Mentamálaráðið um, hvussu byggiarbeiðið kundi bjóðaðst út og hvussu stýringin av verkætlanini kundi skipast. Landsverk skrivar, at stovnurin mælti frá, at arbeiðið varð bjóðað út í fakentreprisum ella stórarbeiðstøkum, t.e. at býta útboðið upp í fleiri arbeiðstøkur.
- Hetta tí, at fíggjarligi váðin hjá Landsverki og Mentamálaráðnum tá var ov stórur, skrivar Landsverk.
Men heldur ikki hesaferð bleiv lurtað eftir stovninum, tí arbeiðsbólkurin, sum Mentamálaráðið setti, valdi at enda at bjóða arbeiðið út í fakentreprisu, hóast Landsverk eisini hevði eitt umboð í arbeiðsbólkinum.
Við øðrum orðum sigur Landsverk, at stovnurin hevur ávara bæði Føroya løgting (í 2008) og Føroya Landsstýri (í 2011) um, men hvørgin lurtaði.










