Landsverk skal yvirtaka teir báðar undirsjóvartunlarnar.
Tað er eitt av tilmælunum í eini frágreiðing um virksemið hjá Landsverki framyvir.
Tað var í januar, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, setti ein arbeiðsbólk at útgreina virksemið hjá Landsverki.
Arbeiðsbólkurin staðfestur, at tá ið undirsjóvartunlarnir undir Vestmannasund og Leirvíksfjørð vórðu bygdir, vórðu teir lagdir í hvør sítt partafelag, sum framdu verkætlanirnar og sum síðani hava rikið teir.
Tá ið verkætlanirnar vórða framdar, hevði Landsverk ábyrgd av at góðkenna tær, áðrenn arbeiðið varð sett í gongd. Somuleiðis hevði Landsverk eftirlit við, at verkætlanirnar vórðu framdar eftir góðkendu ætlanunum. Harumframt gjørdi Landsverk uppskot til linjuføringar.
- Ein av kjarnuuppgávunum hjá Landsverki at rekur og at halda vegir, tunlar og brýr, sigur Arbeiðsbólkurin.
- Tí hevði tað hóskað væl til virkisøkið hjá Landsverki, at raksturin av báðum undirsjóvartunlunum varð lagdur til Landsverk at umsita, leggur arbeiðsbólkurin afturat.
- Tað er greitt, at tað verður nakað at spara í hesum sambandi. Hinvegin verður neyðugt at fíggja kostnaðin av at reka og halda teir báðar undirsjóvartunlarnar, sigur arbeiðsbólkurin.










