Ístaðin fyri at keypa salt frá føroyskum veitarum, fer Landsverk nú undir at reka egna salthøll. Í dag rindar Landsverk slakar 700 krónur fyri hvørt tons av salti. Við at keypa inn í stórum ber til at fáa saltið umleið 35 prosent bíligari. Hetta fer at spara stovninum millum 300.000 og 400.000 krónur um árið til vetrarhaldið av føroyska landsvegakervinum, skrivar Landsverk á heimasíðu sínari.
Landsverk eigur eina høll við havnalagið í Hósvík, sum nú er gjørd klár til saltgoymslu. Høllin liggur mitt í tí ferðslutyngsta økinum í Føroyum, har mest vegsalt verður nýtt. Tí er tað eisini ein praktiskur fyrimunur fyri tey arbeiðsfólk, sum hava saltingina um hendi, at hava saltið liggjandi har. Afturat hesum fer at bera betri til at arbeiða við vátari salti og saltlaka. Við hesum fer gagnnýtslan av saltinum at verða størri, skrivar Landsverk á heimasíðu sínari.










