Landsverk sigur fleiri fólkum úr starvi

Umsitingin skal verða bíligari og meiri pengar skulu verða til at halda vegir, tunlar, bygningar og brýr

Landsverk fer nú at siga átta fólkum úr starvi, og tilsamans skulu tey verða 12 fólk færri á skrivstovuni í Havn.

Tað boðar Landsverk frá í tíðindaskrivi beint nú,

Tað merkir, at 10 milliónir krónur verða spardar á umsitingini hjá Landsverki, og tær skulu ístaðin brúkast til at halda vegir, tunlar, bygningar og brýr.  

Á sumri í 2019 bað landsstýrismaðurin í samferðslumálum um eina meting av virkseminum hjá Landsverki og eina meting av, hvørjar uppgávurnar skulu vera.

Hesi seinastu árini hevur gongdin verið tann, at meiri og meiri verður goldið í løn, men peningur til landsvegakervið og viðlíkahald, sum er ein kjarnuuppgáva hjá Landsverki, hevur verið lækkandi.

– Vit hava í dag tikið fleiri torførar, men neyðugar avgerðir. Tað er okkara skylda at tryggja, at borgarans peningur verður nýttur so skynsamt sum gjørligt, og at so nógv sum møguligt verður nýtt til kjarnuvirksemið hjá Landsverki, sigur Landsverk í tíðindaskrivinum.

Hetta merkirm at hesi næstu tíggju árini kann Landsverk brúka 100 milliónir krónur meira uppá landsvegakervið og bygningar við somu játtan, uttan at játtanin til stovnin hækkar, og tað kemur borgarin at merkja, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landverki.