Landsverk: Sera trupult at gera flogvøll í Nólsoy

Landsverk hevur saman við serfrøðingum uttanlands kannað uppskotið hjá Magnusi Hansen um flogvøll í Nólsoy Herfyri var eitt uppskot um flogvøll í Nólsoy hjá Magnusi Hansen, arkitektur í Havn, kunngjørt í fjølmiðlunum. Talan er um ein langan vøll og ein styttri tvørgangandi vøll í Nólsoy.

Landsverk hevur kannað hetta uppskotið nærri, og hevur seinastu vikurnar saman við serfrøðingum uttanlands kannað, um uppskotið lýkur galdandi myndugleikakrøv, og leystliga mett um nøgdir og kostnað.

Niðurstøðan eftir kanningarnar er í stuttum, at tað ikki ber til at gera tann longra vøllin uttan undantaksloyvir og ivasamt er, um hesi yvirhøvur kunnu fáast. Sjálvt við undantaksloyvum, verða trupulleikar við inn- og útflúgving norðureftir, og stórur vandi er fyri turbulensi - eisini tætt við vøllin, og vøllurin verður sera kostnaðarmikil.

Styttri tvørgangandi vøllurin

Tað verða ikki trupulleikar við inn- og útflúgving. Styttri vøllurin kann verða 1.800m langur til fráferð og 1.480m til lending. Tað skulu harumframt nýtast sera stórar nøgdir av gróti til uppfylling, og verður kostnaðurin tí eisini hareftir. Um kostnaðin stendur í niðurstøðuni:

Longri vøllurin 3.200m v/tunli 3,0 mia. krónur.

Longri vøllurin 2.200m v/tunli 3,0 mia. krónur.

Krossvøllur 3.200m/1.800m (1.480m) v/tunli 4,8 mia. krónur

Krossvøllur 2.200m/1.800m (1.480m) v/tunli 3,2 mia krónur

Undirsjóvartunnil einsamallur 600 mió. krónur.