Landsverk: Ring koyrlíkindi í morgun

Landsverk boðar frá vánaligum koyrilíkindum klokkan 7:30 í morgun:

– Tað er hált um alt landið, tað er koyrandi úr Havn til Vágarnar. Tað er koyrandi frá Klaksvík til Havnar ígjøgnum Eysturoyartunnulin.

 

– Tað er ikki koyrandi á Vestmannavegnum, Saksunarvegnum, Eiðisvegnum, Funningsfjarðarvegnum, Elduvíkarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og millum Hvannasund og Viðareiði.

 

– Tað er ikki koyrandi vestan fyri Norðskálatunnulin. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum. Tað er ikki koyrandi á Fámjinsvegnum.

 

– Tað er ikki koyrandi á Sandoynni.

 

– Tað er komið rættuliga nógvur kavi niður í nátt og tað eru ring koyrilíkindir til nógvar bygdir, sum maskinurnar ikki er komnar fram til at grava enn.