- Landsstýrismaðurin má sjálvur avgera um hann vil nýta upplýsingarnar frá okkum. Men eingin ivi er um, at okkara tøl eru røtt, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk.
Í aðrari grein her á portalinum ber til at lesa, at løgmaður sáar iva um upplýsingarnar frá Landsverki í samband við kostnaðin av Skálarfjarðartunlinum.
Tað var í gjár, at Miðlahúsið kunngjørdi, at landsstýrismaðurin í Innlendismálum ikki upplýsti nýggjastu metingarnar frá Landsverk fyri tingmonnunum, Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal, tá ið teir spurdu eftir kostnaðinum av einum møguligum Skálafjarðartunli.
Løgmaður sigur í samrøðu við Rás2, at sum meginreglu skulu landsstýrisfólk geva upplýsingar frá stovnum víðari til tingið, men í hesum førinum ivast løgmaður í, um upplýsingarnar frá Landsverki eru rættar.
Men Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk sigur, at eingin ivi er um, at tølini hjá Landsverk eru røtt.
- Vit fingu boð um at svara tí fíggjarliga partinum av spurningunum frá tingmonnunum, og vit sendu okkara nýggjastu metingar. Vit hava fíggjarligar serfrøðingar á stovninum, og vit hava ráðført okkum við serfrøðingar uttan fyri stovnin, so eingin ivi er um, at okkara tøl eru røtt, sigur Ewald Kjølbro.
Hoyr samrøðu við Ewald Kjølbro her.