Seinaastu fimm árini er játtanin hjá Landsverki til rakstur, lækkað 10 milliónir.
Tað staðfestir Landsverk í ársfrágreiðingini, sum nú er liðug.
Tað er ein minking á góð 14 prosent.
Størsta minkingin er í rakstrinum av landsvegakervinum, har 8,6 mió. krónur eru skornar burtur.
Landsverk sigur, at avleiðinging av hesum er, at tey klára ikki at halda tørn at halda og røkja vegakervið.
Samstundis er kostnaðurin av leiðslu og umsiting minkar alsamt, tí Landsverk hevur gjørt fyrisitingina smidligari.
- Vetrarhaldið ber ikki til at gera stórvegis við, tí tað fer altíð at sveiggja eftir, hvussu ringur ella góður veturin er.
Men størsta sparingin er gjørd í asfalteringini, tí tað er bara har, tað ber til at ganga krøvunum um sparingar á møti.
Samstundis er ferðsludepilin hart raktur av sparingum.
- Ein avleiðing av tí er, at Landsverk fær ikki sett líka nógv tiltøk í verk, sum bøta, ferðslutrygdingini, sum tey gjørdu fyrr.
Samanumtikið ber hetta í sær, at tørvurin á viðlíkahaldi veksur alsamt, samstundis sum eftirsleipið nú hevur rokkið ovurhonds stórar upphæddir.
Samstundis sæst á framtíðarætlanini hjá samgonguni at ætlanin er ikki at hækka játtanina hjá Landsverki hesi næstu árini.
- Sostatt kann væntast, at enn minni av peningi verður til taks at asfaltera nýtt fyri, sigur Landsverk.










