Landsverk manglar pengar

Landsverk hevur ongan pening til at hegna vegirnar av, hóast tað stendur í samferðsluætlanini, at allir vegir skulu tryggjast ímóti seyði, men stóri trupulleikin er, at tað manglar vilji frá landsins myndugleikum

Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, greiðir frá, at tað er ein stórur trupulleiki við seyði á vegnum, men lítil og ongin hegning hevur verið gjørd seinastu árini, hóast tað stendur í samferðsluætlanini hjá Landsverki, at vegirnir skulu tryggjast ímóti seyði.

- Tað manglar politiskur vilji at loysa hendan trupulleikan. Vit hava ein ætlan klára, men skulu allir vegirnir tryggjast, so kemur tað at kosta meira enn 100 milliónir, sigur Oyvindur Brimnes. Hann greiðir víðari frá, at teir hava býtt vegirnar í øki, so grundleggjandi tryggingin kann gerast í harðast raktu økjunum, men Landsverk manglar snøgt sagt fígging.


Viðlíkahald til bøndur

Tá hegnið er sett upp, er meiningin, at bøndurnir skulu gjalda fyri viðlíkahaldið, men teir hava fleiri ferðir ført fram, at teir ikki skilja, at teir skulu gjalda fyri at syrgja fyri, at seyðurin ikki á vegnum, sum teir ikki kunnu nýta.

- Eg skilji øll, sum vilja sleppa undan eini útreiðslu, sigur Oyvindur Brimnes, tá hann verður spurdur, um hann skilur bøndurnar. Men hann leggur afturat, at spurningurin er, hvat er rímiligt og ikki.


Ógreitt við fígging

Hvat tað kostar at tryggja høvuðsvegirnar, sum Landsverk og Ráðið fyri Ferðslutrygd hava mælt til, kann Oyvindur Brimnes ikki svara uppá, upp á standandi fót.

- Vit hava onkrar útrokningar, men spurningurin er eisini, hvør skal gjalda hvat, sigur hann.