Landsverk má svara um Glasir

Henrik Old, landsstýrismaður, hevur biðið Landsverk greiða frá um atfinningarnar, sum Jacob Vestergaard legði fram í løgtinginum í morgun.

Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at hann hvørki kann váttað ella avsannað søgunum, sum Jacob Vestergaard ber um standin á Glasi.

- So skjótt Jacob Vestergaard førdi hesar atfinningarnar fram í fíggjarnevndini, bað eg Landsverk kannað málið. - So skjótt svarskrivið fyriliggur, verður tað borið fíggjarnevndini, sigur Henrik Old.

 

Hann sigur, at eftir hansara tykki hevur Landverk hildið sína skyldu sum eftirlitsmyndugleiki, við tað at felagið fyrst steðgaði arbeiðinum og síðani hótti við ikki at rinda arbeiðstakaranum fyri arbeiðið.

- Eg havi fult álit á eftirlitsmyndugleikanum og meti, at hann hevur gjørt sína skyldu, sigur Henrik Old.

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, dylur ikki fyri, at verkætlanin ikki hevur gingið sum ætlað.

- Tað hevur verið eitt stórt byggisjusk, segði hon av tingsins røðarapalli, men segði annars, sum Henrik Old, at eftir hennara tykki hevði Landsverk borið seg rætt at í handfaringini av málinum.

 

Les meiri um málið í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í morgin.