Í gjár var lisitatión á Landsverki í sambandi við asfaltering av Trøllanestunlinum.
Tvey boð komu inn. Landsverk átti tað lægra boðið, sum var á 1.290.645 krónur. Hægra boðið átti EM-Asfalt, og tað ljóðaði á 1.789.000 krónur. Í báðum boðunum varð fyrivarni tikið. Landsverk tók fyrivarni fyri, at bátur er tøkur til at flyta asfaltið út í Kallsoynna, og fyri prísvøkstri. EM-Asfalt tók fyrivarni fyri prísvøkstri.
Trøllanestunnilin er ein eitt-breytaður tunnil, sum er 2.250 metrar til longdar.
Við í boðnum er úttakið miðskeiðis í tunlinum upp á umleið 200 metrar út í Djúpadal, sigur Landsverk.