Landsverk ávarar í dag um, at tað er holt í støðum kring alt landið, og heitir tí á allar bilførarar um at vísa ans í ferðsluni.
- Tað er hált í støðum um alt landið. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga, skrivar Landsverk í eini ávaring fyri alt landið á heimasíðuni.
Harumframt boðar landsstovnurin frá, at roknast kann við hálku í trettan støðum kring landið. Tann ávaringin er galdandi fyri Viðareiðisvegnin, í Klaksvík, á Gjáarskarði, á Kambsdali, á Gøtueiði, á Oyndarfjarðarvegnum, eystanfyri Norðskálatunnilin, á Høgareyni, í Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum, í Kaldbaksbotni, á Sundi og við Velbastaðháls.










