Í gjár, 17. oktober, hevði Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, vitjan av sendikvinnuni úr Eysturríki í Keypmannahavn, Alice Irvin, í samband við at hon vitjar í Føroyum 16. og 17. oktobur.
Við sendikvinnuni er Mr. Martin Glatz, Commercial Counsellor.
Hon hevur víst stóran áhuga fyri tí føroyska Infrakervinum.
Sigurd L. Lamhauge, saman við Brandi Sjúðrarson, búskaparfrøðingur á Landsverki, løgdu fram um hvussu vit arbeiða og royna at skapa oyggjarnar meiri saman og hvussu hetta hongur saman samfelagsbúskaparliga, skrivar landsverk.