- Sum skilst, dámar Rágevarafelagið ikki at fáa atfinningar. Felagið fer eftir okkum fyri ikki at røkja okkara leiklut sum almennur byggiharri.
Tað sigur Landsverk í dag og vísir á, at leikluturin hjá stovninum er at vera professionellur innkeypari innan byggivinnuna, meðan ráðgevararnir hava sum uppgávu at veita vøruna. Tað vil siga, at ráðgevarar gera projekt og kostnaðarætlan.
- Men, her er tað, at trupulleikar oftani stinga seg upp, sigur Landsverk.
Í tíðindaskrivi sunnudagin finst Ráðgevarafelagið at Landsverki fyri at hava verið alment frammi og víst á, at ov nógvir feilir og manglar eru í tí projekteringstilfari, sum verður latið stovninum sum almennum byggiharra.
- Ráðgevarafelagið vil vera við, at privatar og kommunalar verkætlanir ganga betri enn verkætlanir undir landinum, har Landsverk er byggiharri. Hetta er sjálvandi ikki rætt.
Landsverk vil ikki nevna nakra ítøkiliga verkætlan, men vísir á, at tað finnast bæði privatar og kommunalar verkætlanir, sum ikki hava hildið tíðarætlanina og eru farnar væl upp um ásetta byggikostnaðin.
Ráðgevarafelagið nevnir Skúladepilin við Marknagil sum dømi um, at bæði fíggjarkarmur og tíðarætlanir hava eru veruleikafjarar, sum felagið tekur til.
- Her gloymir Ráðgevarafelagið at gera vart við, at fíggjarkarmurin lá púra fastur, og tað vóru sostatt ráðgevararnir sjálvir, ið gjørdu av, hvat kundi fáast fyri byggiupphæddina - og ikki øvut. Tískil ber ikki til at leggja ábyrgdina fyri óhepnu gongdina yvir á byggiharran.
Landsverk sigur, at stovnurin sjálvandi tekur fulla ábyrgd fyri sín leikluti í teimum verkætlanum, sum stovnurin varðar av, bæði tá gongur við og ímóti. Hinvegin eru fleiri partar í eini verkætlan, har øll mugu taka ábyrgdina fyri sínum øki.
- Vísandi til uppáhaldið, at Landsverk ikki røkir sín leiklut sum byggiharri, er so seint sum í apríl afturvíst í eini kanning av stovninum, har Vinnuhúsið hevði eitt av fýra umboðum í einum kanningarbólki, sum hevur kannað virksemið hjá stovninum.
Kanningin vísir, sigur Landsverk, at byggiharraleikluturin hjá stovninum ikki er dýrkandi, sum annars róð varð framundir, og at minni var eftir til projektering hjá ráðgevaravinnuni.
- Tvørturímóti varð beinleiðis mælt til at umhugsa at víðka um byggiharraleiklutin hjá Landsverki.
Landsverk vísir á, at allir partar í byggivinnuni hava brúk fyri hvørjum øðrum, og tí er av alstórum týdningi, at samstarvið gongur væl. Øll eiga at tola at skifta orð um teir veikleikar, sum stinga seg upp og taka ábyrgd av teimum.
- Tí fara vit í næstum at kalla inn til fundar, har partarnir fáa møguleika at umrøða, hvussu tær stóru avbjóðingarnar í byggivinnuni kunnu loysast. Við hesum vóna vit, at partarnir finna fram til ein samstarvsleist, ið tænir øllum pørtum, sigur Landsverk.