Landsverk sigur nú, at støðan á Tjørnuvíkar vegnum var ikki so ring, tá ið avtornaði, sum upprunaliga mett.
Talan var um ein stein á 150 kilo, sum varð rapaður oman á vegin. Tá ið fólk í Tjørnuvík skuldu fara til arbeiðis í morgun, varnaðust tey sostatt henda stóra steinin, sum forðaði ferðsluni. Men tey fingu flutt steinin so mikið, at tey fingu koyrt framvið honum.
Síðani hava fólk hjá Landsverki verið á staðnum og tikið steinin upp. Vakthavandi hjá Landsverki sigur, at tað kemur javnan fyri, at steinar rapa oman á Tjørnuvíkar vegin.