- Vit standa spyrjandi, tá tað nú verður upplýst fyri Rættarnevndini, at Landsverk skal hava góðkent útbyggingingarætlanina hjá Tvøroyrar Kommunu.
Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, við Portalin.
Landsverk varð drigið uppí málið, tá Tvøroyrar Kommuna varð innkallað í Rættarnevndina mikudagin. Millum skjølini er eitt notat frá teknisku deild hjá Tvøroyrar Kommunu av einum telefonfundi við Landsverk. Notatið skal stuðla undir politikkin há Tvøroyrar Kommunu.
Sambært kommununi er endamálið við telefonfundinum, sambært notatinum, at fáa avklára hvørji loyvi ella góðkenningar skulu til, soleiðis at Tvøroyrar Kommuna yvirheldur allar ásetingar, sum eru galdandi.
- Í samband við útbygging av havnaløgum skal Landsverk hava allar plantekningar, tvørskurðar og eisini eina tíðarætlan fyri arbeiðið. Eg kann bara staðfesta, at vit hava einki móttikið frá Tvøroyrar Kommunu, sigur Ewald Kjølbro.
Stórin á Landsverki greiðir frá, at tey fóru at kanna allar sínar skrásetingar og innanhýsis journalir, eftir at borgarstjórin á Tvøroyri í miðlunum herfyri greiddi frá, at hann hevði spurt seg fyri hjá Landsverki.
- Tað er rætt, at tekniski leiðarin hjá Tvøroyrar Kommunu ringdi til mín ein dagin. Eg upplýsti fyri honum, hvussu kommunan skuldi fyrihalda seg seg í somáta. Men síðani hevur Landsverk onga umsókn fingið frá kommununi, undirstrikar Ewald Kjølbro.
Notatið, ið er latið Rættarnevndini, er frá eini telefonsamrøðu við Klæmint Østerø, sum tá var leiðari á havnadeildini hjá Landsverki.
- Hetta eru nakrar fáar reglur, tiknar út úr konteksti, sigur Klæmint Østerø við Portalin. Hann undirstrikar, at eitt tílíkt telefonnotat ongantíð kann standa einsamælt.
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, staðfestir stutt:
- Ja, vit á Landsverki standa spyrjandi. Vit hava hugt øll skjøl ígjøgnum og hava einki loyvi givið til Tvøroyrar Kommunu í samband við ætlaðu útbygging, sigur Ewald Kjølbro.
Les notatið frá Tvøroyrar Kommunu her