Landsverk boðar frá nógvum vindi

Hann er spakuliga farin at øtla vindin í kvøld og summastaðni er nú heilt nógvur vindur.

 

Landsverk boðar frá, at um Norðradalsskarð er í løtuni hvassur stormur og upp í 35 m/s í hvirlunum og við Velbastaðsháls er skrið og í hvirlunum upp í 27 m/s. Um Høgareyn er eisini hvassur vindur og upp í 27 m/s í hvirlunum.

 

Í Suðuroynni er eisini nógvur vindur. Um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum og í Hvalba, er hvassur vindur, men upp í 41 m/s í hvirlunum um Ørðaskarð og 26 m/s í Hvalba, meðan um Porkerisháls er skrið og í hvirlunum upp í 34 m/s.

 

Um Gjáarskarð er skrið og í hvirlunum upp í 28 m/s, við Norðskálatunnilin upp í 26 m/s og á Sandavágshálsi upp í 25 m/s í hvirlunum.

 

Annars siga veðurstovurnar frá hvøssum vindi upp í skrið í kvøld og nátt, men í morgin fer hann at øtla vindin og seinnapartin í morgin verður stormur.