Landsverk pjøssar upp á nógvar vegir í løtuni. Ljóskurvar eru í fleiri støðum og arbeiðsmenn eru at síggja nógva staðni, men tað er ikki so undarligt. Stovnurin skal áðrenn árslok nýta ein lítlan fimting av íløgujáttanini.
Orsøkin til, at millum annað asfaltarbeiði verður gjørt í desembur er manglandi planlegging, og hetta viðgongur stjórin eisini, men hetta heldur hann ikki vera orsaka av vánaligari planlegging hjá Landsverki.
– Tað er ein trupulleiki, at nógvir pengar verða settir av til verkætlanir, sum ikki eru fyrireikaðar. Vit hava sagt tað ár undan ári, at mann eigur at projektera og fyrireika eina verkætlan árið fyri, at mann skal gera hana, so arbeiðið verður gjørt so rationelt sum gjørligt, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri.
Áðrenn árslok skal Landsverk nýta 10 milliónir til íløgur, og tá megnar stovnurin ikki at nýta 12 milliónir krónur av íløgujáttanini.
Hetta merkir altso, at 12 milliónir krónur, sum vóru játtaðar til íløgur í ár fella burtur.
Upprunaliga fekk Landsverk góðar 83 milliónir krónur til íløgur. Hetta varð seinni skorið til 56 milliónir krónur, og enn eru bert 34 milliónir krónur brúktar.
Fíggjarmálaráðharrin undrast
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, bæði undrast og harmast, at ein stovnur undir landinum skal arbeiða so lítið rationelt.
– Eg má bara harmast um, at tað er so lítið skil á, hvussu tað verður budgetterað, men eg fái ikki gjørt so nógv við tað, sigur Jóannes Eidesgaard og vísir til Innlendismálaráðið.
Hann leggur afturat, at tá tað verður so skeivt til rættis lagt, at ein fimtingur av allari játtanini skal nýtast í desembur, so er okkurt galið.
– Tað sær út til, at Innlendismálaráðið og Landsverk ikki hava tak á síni planlegging, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Til spurningin, um hann ætlar at gera nakað við hetta mál, sigur Jóannes Eidesgaard, at hann í hvussu so er ikki fær longt fíggjarárið, og at hann heldur má tosa við Innlendismálaráðið um hetta.
Tingið part av skuldini
Annika Olsen, landsstýriskvinna í Innlendismálum, heldur kritikkin hjá fíggjarmálaráðharranum vera undarligan.
– Vit gera alt okkara arbeiði í tøttum samstarvi við Landsverk, men onkuntíð henda broytingar í fíggjarnevndini, sum hava við sær, at Landsverk fær pening, sum tað ikki fær brúkt, sigur landsstýriskvinna.
Hon leggur afturat, at tað ikki er óvanligt, at Landsverk arbeiðir lítið skynsamt, og hetta kemur mest av, at tingfólk halda, at arbeiðir fara í gongd, so skjótt sum peningur er játtaður. Men tað gera tey bara ikki.
– Tað tekur 8 til 24 mánaðir at fyrireika eitt arbeiði, og tí má ein langtíðar íløguætlan gerast
– Tí nyttar tað lítið at seta 20 milliónir av í eitt ár til eina verkætlan, sum er púra ófyrireikað, sigur Annika Olsen.
Hon greiðir víðari frá, at ofta henda broytingar í íløgunum í desembur, og hóast fíggjarnevndin biðir um ráð frá Innlendismálaráði og Landsverki, so verður ofta arbeitt fram eftir fummum.
– Eg havi gjørt tað eg kann, men tað er bara lítið at gera, tá tað ikki ber til at gera nakrar broytingar uttan at fara í tingið við tí, metir landsstýriskvinna.
Og aftur til Landsverk
Eyðgunn Samuelsen er virkandi forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, og ger ikki mætari enn at siga, at tað er Landsverk sjálvt, sum eisini hevur ein part av skuldini av, at so nógvur peningur skal brennast av seinastu mánaðirnar av árinum.
– Sjálvandi er tað óheppið, at alt skal brennast av í desemburmánaði, men vit hava alla tíðina fylgt tilráðingunum hjá Landsverki og hava eisini spurt fleiri ferðir, um upphæddirnar eru realistiskar, og tí hevur Landsverk játta, so eg dugi ikki at síggja, at tað bara skal vera fíggjarnevndin, sum hevur skuldina, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon leggur afturat, at tað sýnast vera nakrar stirvnar skipanir í Landsverki, sum hava kunnu hava við sær, at Landsverk ikki arbeiðir so skynsamt sum gjørligt.
Tí kunnu vit staðfesta, at fólkini í skipanini eru samd um, at Landsverk ofta arbeiðir fram eftir fummum, men allir partar eru skjótir at geva skuldina víðari.
Hinvegin sýnist onkur vón vera fyri framman, tí sambært nýggju játtanarskipanini, sum kemur í gildi næsta fíggjarár fer at bera til at flyta pening millum fíggjarár.