Vegagerðin á vestara armi á Skálafjørðinum er ein landsvegur, sum gongur frá skákvegnum oman til bygdina á Skála og út móti Hulki á Strondum.
Teir eru í løtuni í ferð við at gera ein grovplaneraðan veg frá Gjógvará til Skálagarðsá og eina brúgv um Prestá.
Fyrr í hesum mánaðinum høvdu teir grivið nærri 700 metrum, og skuldi næsta stig verða at spreingja fyri brúnni um Prestá og síðani gera brúnna.
Tað er Byggitek sum stendur sum arbeiðstakari av arbeiðinum, har ein ætlandi verður liðugur við 3. byggistig tíðliga í summar.
- Ætlanin fyri, nær samlaða arbeiðið verður liðugt, veldst alt um játtanirnar á komandi løgtingsfíggjarlógum, skrivar heimasíðan hjá Landsverki.
Kostnaðurin av samlaðu vegagerðini er mettur til slakar 52 mió. kr. Kostnaðurin av 3. byggistigi er mettur til 7,9 mió. kr.