Landsveganevndin mælir til broytingar

Landsferðslunevndin mælir til at gera fleiri broytingar á vegaloysnina í Sandavági, sum skulu betra um ferðslutrygdina. Nevndin mælir tó frá at taka ferðsluoynna burtur, tí tað verður mett sum eitt afturstig fyri ferðslutrygdina

Landsferðslunevndin, sum umboðar Ráðið fyri Ferðslutrygd, Landsverk og løgregluna, hevur seinnapartin havt fund um vegaforðingina í Sandavági. Hetta hendir eftir at enn eitt óhapp hendi við forðingina seinnapartin í gjár.

Nevndin mælir til at gera fleiri broytingar, sum skulu gera vegaloysnina tryggari. Talan er um tey ferðslutrygdartiltøk, sum danska Vejdirektoratet hevur skotið upp í síni eftirmeting av ferðsluforðingini ? umframt onnur tiltøk.

Fyri tað fyrsta skulu bilførararnir, sum koma til Sandavágs norðanífrá hava tíðiligari fráboðan um vegaforðingina. Eitt skelti verður sett upp við vegjaðaran, sum týðiliga sigur frá, at ein vegaforðing er fyri framman. Eisini verður eitt øki við rumlirúpum fest á koyribreytina, so bilførararnir verða ávaraðir í góðari tíð.

Frammaundan eru býarskelti sett upp báðumegin høvuðsvegin áðrenn vegaforðingina, sum boða frá, at bilførarin er komin inn í bygt øki, og nú bert hevur loyvi at koyra 50 km/t.

Eisini verður yvirhálingarforboðið norðan fyri ferðsluoynna longt.

Við sjálva ferðsluforðingina verður brúgvarsteinarnar, sum eru lagdir í koyribreytina fremst í vegbuginum, tiknir burtur. Hetta verður gjørt, so at hettar økið fellur betri saman við koyribreytini, og tað verður lættari at koyra ígjøgnum forðingina.

Samstundis verður svarta asfaltið í kanaliseringini tikið burtur, tí mett verður, at tað kann órógva bilførarnar. Tað verður skift við ljósari asfalt, sum hevur sama lit sum koyribreytin annars.

Á ferðsluoynni verða størri og sjónligari skeltir sett upp, og rumlurípur verða festar í vegin beint við oynna, so at bilførararnir verða ávaraðir um teir koma oynni ov nær.

Eftir at hava viðgjørt málið mælir landsferðslunevndin frá at flyta ferðsluoynna, ella at taka hana burtur.

Nevndin leggur dent á, at oyggin er ein partur av eini heildarætlan, sum skal ferðslutryggja økið.

Verður oyggin flutt ella tikin burtur fer tað at ganga út yvir ferðslutrygdina hjá teimum, sum eru til gongu. Eisini fer ætlanin við at ferðslutryggja vegamótið við ferðsluforðingina tá fyri skeytið, metir nevndin.

Við betri uppmerking, ávaringum og broytingunum annars roknar landsferðslunevndin við, at tað fer at eydnast at gera vegaforðingina ferðslutryggari. Nevndin heldur at tiltøkini fara at hava serliga stóran týdning hesa fyrstu tíðina, til fólk hava vant seg við hettar nýggja tiltakið, sum hevur til endamáls at tálma ferðini.