Rúna Sivertsen
Við eini púrasta burturvið útveljan av kvinnum til “8. mars kvinnu”, er Demokratia dumpað við einum braki. Við hesum tiltakinum útihýsir nevndin einum stórum parti av teimum kvinnum, sum ætlanin var at náa. Landsstýrismaðurin eigur tí at steðga tiltakinum, tí tað tænir ikki tí endamáli, sum peningurin varð ætlaður til.
Eg eri ein av teimum, sum ferð eftir ferð havi víst á, at tað er umráðandi, at eisini kvinnur eru við, har avgerðirnar verða tiknar. Tí havi eg við áhuga fylgt við arbeiðinum hjá nevndini, sum skuldi arbeiða fyri at økja um talið á kvinnum í politikki.
Uppgávan hjá nevndini er greið og ikki til at misskilja. Nevndin skal arbeiða fyri at økja um talið á kvinnum í politikki.
Men nú Demokratia hevur blandað eitt politiskt stríðsmál upp í arbeiðið, sum heldur enn at savna og eggja kvinnum úr øllum politisku flokkunum, styggir nógvar burtur. Úrslitið er, at vit eru fleiri, sum verða noydd at taka frástøðu frá arbeiðinum hjá nevndini.
Eg fari tí at heita á avvarðandi landsstýrismann um at steðga 8. mars tiltakinum, ella í hvussu er tí partinum, sum einki hevur við kvinnuleiklut í politikki at gera.










