Landsstýrismálanevndin kannar tunnilsmálið

Nevndin hevur havt fund um Eysturoyartunnilin

Landsstýrismálanevndin fer nú inn í tunnilsmálið.

 

Nevndin hevði ein drúgvan fund í gjár, og har vóru fleiri viðurskifti í tunnilsmálinum til umrøðu.

 

Fyrsti parturin, sum bleiv viðgjørdur, eru upplýsingarnar frá Landsverki, sum ikki vunnu vegin fram inn í løgtingið, tá landsstýrismaðurin skuldi svara einum fyrispurningi. 

 

- Tað fyrsta sum hendir nú er, at málið verður sent til hoyringar til landsstýrismannin, har hann verður biðin at svara, um hann hevur livað upp til ásetingar í lógini um ábyrgd landsstýrismanna, tá svarið hjá Landsverk ikki fylgdi við. Samstundis verður hann biðin at leggja svarið hjá Landsverk við, soleiðis at nevndin fær møguleika at leggja tað svarið upp í móti tí svarinum sum landsstýrismaðurin hevur givið alment, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini.

 

Landsstýrismálanevndin viðgjørdi eisini ta nógv umrøddu milliónina, sum Innlendismálaráðið hevur bundið seg til at rinda Copenhagen Infrastructure Partners, tí sáttmálin ikki varð undirskrivaður 1. september.

 

- Nevndin hevur sett nøkur punkt upp, sum mann ynskri at taka upp nærri. Er tað í heimild hjá landsstýrismanninum at lata eina millión til útlendskt felag í endurgjaldi, tí sáttmálin ikki varð undirskrivaður? Eitt annað punkt er um alment innlit, nú alt í hesum sambandi hevur verið loyniligt. Eisini átti mann at lýst eftilitsskylduna hjá løgmanni, sigur Sirið Stenberg.

 

Nevndin fer at hava fund aftur í komandi viku.

 

Hoyr Sirið Stenberg greiða frá fundinum við at trýsta á pílin undir myndini.