Landsstýrisfólk skulu ikki hava lønarhækking

Lønarlagið verður mett at verða hóskandi og eigur tí fyribils ikki at verða broytt

Tað sigur nevndin, sum skal geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna, í sínum áliti, sum varð latið løgmanni flaggdagin.

Landsstýrisfólk og løgmaður fáa løn eftir lønartalvuni hjá tænastumonnum. Løgmaður fær 130 prosent av 40. lønarflokki. Tað svarar til eina løn upp á 86.874 krónur um mánaðin, ella 1.042.488 krónur um árið.

Lønartalvan hjá tænastumonnum landsins er seinast javnað við semju millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið tann 31. august 2020, har mánaðarlønin hækkaði við 2,56 prosentum 1. oktober 2019, við 2,05 prosentum 1. januar 2021 og við 1,25 prosentum 1. oktober 2021 og svarar 40. lønarflokkur í novembur 2020 til eina mánaðarløn á 66.825,83 krónur

Landsstýrisfólk fáa 110 prosent av 40. lønarflokki hjá tænastumonnum, og er teirra løn 73.508 krónur um mánaðin ella 882.101 krónur um árið. Afturat lønini fáa landsstýrisfólk 15 prosent í eftirløn.