Landsstýrið skal halda fingrarnar langt vekk frá Sev. Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági. Landsstýrið ætlar at gera stór inntriv í Sev við tíi hyggju at liðað Sev sundur, so at sjálvt elnetið verður tikið burtur úr Sev.
Samstundis skal Sev ikki longur verða við í arbeiðnum at byggja vindorku, ella aðra, varandi orku, út, tí tað skulu privatar fyritøkur gera. Tvørturímóti skal Sev einans hugsa um at tryggja eina støðuga orkuveiting við oljuverkum, vatnverkum og pumpuskipanum.
Bjarni Johansen hevur heitt á Kommunufelagið um at taka málið upp til umrøðu og tað fer felagið at gera í næstum.
Les meiri um tað her: Hava stórar ætlanir – men eigarin veit einki
Borgarstjórin átalar, at politikarar leggja stórt trýst á Sev, tí hann staðfestir, at landsstýrið eigur einki í Sev. Sev hevur virkað í áratíggjur, soleiðis sum tað nú hevur virkað, og tað er 100 prosent ført fyri at útinna viljan hjá landsstýrinum at leggja orkuna um til grøna orku, heldur hann. Men hann útihýsir heldur ikki møguleikanum fyri at lata onnur gera streym til netið hjá Sev.
Men at liða Sev sundur, ella at einskilja Sev, fær bara eitt úrslit, og tað er dýrari streymur, er hann sannførdur um. Hann minnir á, at hetta eru royndirnar alla aðrastaðni har tað er roynt og hann ivast heldur ikki í, at tað verður avleiðingin í Føroyum.
– Skulu privatar fyritøkur standa fyri orkuveitingini, skulu tær hava vinning, og partaeigararnir skulu hava vinningsbýtið og tað skal leggjast oman á streymprísin, og tí slepst ikki undan príshækkingum, sigur Bjarni Johansen.
– Einasta endamál hjá eini privatari fyritøku at fara undir at gera streym, er fyri at tjena pengar. Tað er sjálvsagt, men tað er bara ein at gjalda fyri tann streymin og tað eru øll tey, sum brúka streym.
Tí tekur hann ikki undir við ætlanini hjá Sev, men ger landsstýrið av at taka Sev av ræðið, er eingin vegur uttan um, at Landsstýrið má keypa Sev frá kommunum fyri ein prís, sum gera, at kommunurnar fáa allar íløgurnar aftur, og so er ein nýggj støða, heldur hann.











