Føroya Landsstýrið sendir 200.000 krónur umvegis Reyða Kross Føroya sum hjálp til ofrini fyri ógvusligu ódnina Pam, ið gjørdi stóran skaða herfyri í oyggjalandinum Vanuato í Kyrrahavinum.
Ódnin Pam rakti miðan mars Vanuato og fleiri av oyggjalondunum í “Oceania” í Kyrrahavinum.
Við vindmegi upp til 300 kilometrar um tíman er Pam hin næst ógvusligasta ódnin, ið nakrantíð er máld. Tann ógvusligasta var Haiyan, ið rakti Filipsoyggjarnar fyri fáum árum síðani og kravdi fleiri túsund mannalív.
Skaðarnir eftir ódnina Pam eru ógvuliga umfatandi, og Altjóða Reyði Krossur hevur sent út appel um hjálp.
Vanuato, ið hevur 260.000 íbúgvar á 65 oyggjum, bleiv fleiri staðir sett í undantøkustøðu. Ódnin kravdi 8 mannalív, og eini 60.000 fólk eru rakt av risa stóru skaðunum. Fólk í túsundatali hava mist hús og heim. Fyri fólkið í Vanuato er hendan ódnin tann størsta náttúruvanlukkan, ið nakrantíð hevur rakt landið.
Reyði Krossur skipar fyri, at hjálpin frá Føroya Landsstýrið fer til bráðfeingishjálp sum matur, reint vatn, teppir, heilivág og fyribils bústaðir.