Landsstýrið rindaði tvær árslønir í fráfaringarløn

Í 2021 og í 2022 rindaði landsstýrið tilsamans tvær árslønir til landsstýrisfólk í fráfaringarløn.

Tað at Sambandsflokkurin vildi skifta Helga Abrahamsen út sum landsstýrismann, tá løgmaður í august í 2021 loysti Helga Abrahamsen úr starvi fyri at seta Magnus Rasmussen í starvið sum landsstýrismaður, kostaði landsstýrinum eina hálva ársløn. Tí tað er lønin, sum ein landsstýrismaður fær í fráfaringarløn, tá hann hevur sitið í meira enn eitt ár sum landsstýrismaður.

Og tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard beint fyri jól í 2021 løgdu landsstýrissessirnar frá sær fyri at fáa Anniku Olsen úr varasessinum í Løgtinginum, so kostaði tað landsstýrinum eina heila ársløn. Tí tey bæði fingu hvør sína landsstýrisløn í seks mánaðir, eftir at tey fóru úr starvi.

Og tá Jørgen Niclasen var tikin fyri at koyra við kenning og mátti frá sum landsstýrismaður kostaði tað eisini landsstýrinum eina landsstýrismannaløn í eitt hálvt ár. Tí tað hevði landsstýrismaðurin rætt til, sjálv um hann hevði framt eitt lógarbrot, sum gjørdi hann óegnaðan at sita sum landsstýrismaður.

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so fáa 16 fólk í hesum døgum løn sum landsstýrisfólk. Tey níggju, sum nú sita í landsstýrinum, og tey sjey, sum sótu í undanfarna landsstýri. Fýra teirra fáa løn í eitt hálvt ár, og trý teirra í tríggjar mánaðir, tí tey hava sitið í landsstýrinum í minni enn eitt hálvt ár. Tey eru Sólvit Nolsøe, Árni Skaale og Uni Rasmussen.

Tingfólk, sum fáa fráfaringarløn sum landsstýrisfólk, fáa tó ikki løn sum løgtingsfólk samstundis. Tað er broytt við lógini um løn og samsýning landsstýrismanna, sum kom í gildi í september í 2015.