Landsstýrið manglar argument

Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale setir nú stórt spurnartekin við politikkin hjá landsstýrinum í makrel- og sildatrætuni við ES.

 

Ein træta, sum mikudagin hevði við sær, at fiskivinnunevndin hjá ES samtykti at seta í verk handilstiltøk móti Føroyum.

 

- Jacob Vestergaard og Kaj Leo Holm Johannesen spæla øgiliga høgt spæl. Vónandi hava teir nóg fast undir føti, sigur Sjúrður Skaale, sum reisir fleiri spurningar um førda politikkin.

 

Sjúrður Skaale eftirlýsir snøgt sagt føroysk argument fyri at áseta sær eginkvotu á 17 prosent.

 

Ikki minst, tá Føroyar undir strandalandasamráðingunum fyri 2012 skrivaðu undir eitt býti, sum gav Føroyum 42.983 tons av norðhavssild, svarandi til 5,1 prosent av heildarkvotuni.

 

- Tá skrivaðu Føroyar enntá undir at hetta var nøktandi, eisini fyri komandi árini. Og árið eftir ásettu vit okkum kortini 17 prosent av kvotuni. Tá krevur tú at hava argumentini í lagi, sigur Sjúrður Skaale.

 

Brotið í strandalandaavtaluni fyri 2012, ið Sjúrður Skaale sipar til, er hetta:

 

The Delegations agreed to recommend to their respective authorities the arrangement for the regulation of the Norwegian Spring-Spawning (Atlanto Scandian) herring stock in 2012 set out in Annex I to this Agreed Record. The Delegations stated their intention of retaining stability in the relative shares of the Parties in arrangements for future years. Furthermore, they agreed to recommend to their respective authorities the long-term management arrangement set out in Annex II.

 

Eisini reisir fólkatingsmaðurin spurningin, um Jacob Vestergaard hevur fullan stuðul í løgtinginum fyri sínum politikki.

 

- Vit vita, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur verið í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, áðrenn hann ásetti føroysku eginkvotuna. Men samráðið var í trúnaði, og vit vita framvegis ikki, um hann hevur fullan stuðul í løgtinginum. Tí haldi eg, at allir flokkar eiga at melda greitt út, um teir stuðla førda politikkinum, sigur Sjúrður Skaale.

 

Harumframt heldur Sjúrður Skaale, at landsstýrið átti at gjørt nógv meira fyri at tryggja sær stuðul úr Íslandi, Russlandi og Norra.

 

- Tað átti landsstýrið at gjørt, so skjótt fimta strandalandið, sum er ES, kom við hóttanini um handilstiltøk móti Føroyum. Men hetta síggja vit einki til. Hinvegin hevur sjálvt Ísland trupult við at stuðla okkum, tí vit hava ikki argumentini uppá pláss, sigur Sjúrður Skaale.

 

Hoyr samrøðu við Sjúrð Skaale við at trýsta á pílin undir myndini.