Landsstýrið letur hurðar aftur

- Lat okkum vóna, at landsstýrið tekur annað skinn um bak og sleppir hesum uppskotinum, so vit ikki fara at sanna, at ávaringarnar vóru rættar, sigur nevndin í Antares.

Í uppskotinum um nýggja skattaskipan, vísir landstýrið at tey halda Føroyar vera heimsins nalva.

Føroyingar hava í nógv meira enn 100 ár verið við á altjóða arbeiðsmarknaðinumm fyri at vinna sær og sínum l lívsins uppihald. Vísan Vaagen er yrkt í 1894, og longu tá høvdu føroyingar verið uttanlands í áratíggju. Fyrst í Bretlandi (Hetlandi) og seinni l lands í Íslandi. Vit taka fult undir við orðunum hjá Kierkegaard, at "sorrig og glede, de vandre tilhobe».

 

Vit hava havt hungursár og góð ár vid skiftandi millumbilum. Gablatídina, 1930-árini og bankakrakkini í 1950’unum og  1992, hava øll hoyrt um ella kent til á egnum kroppi. Tí hevur tað verði sera umráðandi, ja lívsneyðugt, at arbeiðsmarknaðurin ikki hevur verið avmarkaður bert til at fevna um at arbeiða ella sigla í Føroyum. Og politiska skipanin hevur sæð týdningin, at fólk eru farin aðrastaðni at fáa royndir og inntøkur. Og talan hevur ikki bara verið um menn - í Vaagen hoyra vit -

 

"Dreingir og gentur

 

í hundraðtali

 

ta ferðina skuldu gera".

 

Men nú tekur tann poliska skipanin tíverri burtur alt, sum er arbeitt upp síðan tey seinastu meira enn 100 árini, um hendan nýggja skattaumskipanin verður samtykt, væl at merkja. Føroyingar í útlondum eru ofta í altjóða kapping vid kinverjar, filippinar, australiarar o.s.fr. Landsstýrið hevur kanska gloymt, at útlendskir arbeiðsgevarar leggja vertin í, hvat landstýrið ætlar. Um føroyingar skulu hava meira í løn fyri at hava tað sama eftir, so sigur tað seg sjálvt at søgan við føroyingum, sum starvast uttanlands skjótt verður ein saga blott.

 

Landsstýrið sigur beinleiðis í uppskotinum til skattaumlegging at FAS og DIS eru í beinleiðis kapping við allan heimin, og tí ikki eru umfatað av skattaumleggingini. Tað er at gleðast um. Men hvat við teimum, sum eisini eru í altjóða sigling undir NIS, NOR ella aðrari skipan? Eiga hesi ikki at hava somu møguleikar? Skulu landsins myndugleikar ikki leggja til rættis fyri einum fjølbroyttum arbeiðsmarknaði við so nógvum beinum, sum til ber, heldur enn at reka fólk til NOR, DIS og FAS?

Hví skulu Vinnuháskúlin og Sjónám útbúgva fleiri 10 tals skipsførarar og maskinmeistarar hvørt ár? Tað er ongin orsøk í at útbúgva til arbeiðsloysið. Við tí  minkandi fiskiskipaflota og lítla handilsskipaflotanum, vit hava í Føroyum, er ikki neyðugt at útbúgva skipsførarar og maskinmeistarar. Á fiskiskipum er bert neyðugt at hava skiparaprógv. Á øllum skipum, ið hava undir 3000 kw maskinorku, er bert maskinistprógv eitt krav.

 

Vinnuháskúlin kostar um 24,2 miljónir og Sjónám 3,8 miljónir, tá hugt verður í fíggjarlógaruppskoð fyri 2024. Hendan upphæddin kundi verið minkað munandi, um skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingin vórðu spardar burtur. Tað eru sjálvandi nøkur reiðaríir, sum hava skip, har skipsførara- og maskinmeistaraprógv eru kravd. Har kundu reiðarríini sett eina aspirantskipan í verk og skúlað teimum uttanlands. Vit eru ikki limir í ES ella EØS, tað merkir, at vit innan ES eru at meta sum kongolesar, uruguayanar, nýsælendarar, tibetanar o.s.fr. Tí er tað er so spakuliga blivið alt trengri hjá okkum, og heldur enn at lata hurðarnar upp, so føroyingar sleppa út, so vilja tey lata aftur.

 

Vit hava fólk, sum starvast í m.a. Írlandi, har stóru fyritøkurnar, sum Google, Apple, Meta, Microsoft o.s.fr. halda til, tí har eru bestu treytirnar. Hesir føroyingar hava, sum er, trupulleikar, og teir gerast ikki minni við hesum uppskotinum. Hesi fólkini kunnu gerast byrjanin til eina nýggja vinnu, men við hesum uppskotinum doyr hon í føðingini.

 

Fyri at venda aftur til Vaagen, so spurdist eitt kjak burturúr, og eftirtíðin hevur sannað, at yrkjarin, Jóan Petur Uppi í Trøð, fekk rætt, tá hann segði "Hvør veit, um eg ikki kann ugga meg við at ríma Andrasar verður gloymd, men „Vaagen“ goymd?“.

 

Lat okkum vóna, at landsstýrið tekur annað skinn um bak og sleppir hesum uppskotinum, so vit ikki fara at sanna, at ávaringarnar vóru rættar.

 

Vit skilja á ein hátt argumentið fyri at avtaka serskipanir, tí her eru serskipanir í ovurmát, sum tryggja nøkrum, men ikki øðrum. Har serliga tey í umsitingini fáa ágóðar, sum onnur bara kunnu droyma um.

Serskipaninar fyri barsil, har summi fáa væl meira enn onnur, summi fáa feriu seinni, um tey gerast sjúk í feriuni - við fullari løn sjálvandi, yvirdádigu eftirlønirnar hjá politikarum og aðalstjórum, oyðsli við almennu pengunum á Glasi, H-bygninginum o.ø, ein stór umsiting o.s.fr., o.s.fr.

 

Lat okkum hyggja at serskipanum, men lati okkum fyri einaferð skyld byrja í rætta endanum.

 

Nevndin í Antares