Landsstýrið hevur nú fingið eina rokning upp á eina millión frá privata felagnum, sum upprunaliga skuldi gera Eysturoyartunnilin.
Tað váttar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í Løgtinginum beint nú.
Kári P. Høgaard avatalaði við Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, at fekk felagið ikki rættin at gera tunnilin, skuldi landsstýrið rinda eina millión í endurgjaldið.
Kristina Háfoss vil hava at vita, hvørjar heimildir eru at flyta pengarnar.
Jørgen Niclasen staðfestur, at kanningarstjóri er settur at kanna málið og ein partur av hansara arbeiðssetningi er at kann um heimildin er til staðar.
Men hann staðfestir samstundis, at Kári P. Højgaard, tá verandi landsstýrismaður, hevði heimild at binda landsstýrið og hevur landsstýrið skyldu at rinda, so verður milliónin goldin.
Men um hann hevði heimild til tað, er ein spurningur, kanningarstjórin skal avgera.
Hinvegin hevur ein landsstýrismaður gjørt eina avtalu, og er hon bindandi, verður milliónir goldin, sigur landsstýrismaðurin.
Tað er ein spurningur, umsitingin í Fíggjarmálaráðnum nú fer at greiða, sigur hann.
|