Hevði tað verið í til dømis Danmark, so hevði Jenis av Rana ikki verið ráðharri eftir eina slíka útsøgn, segði kendi danski politiski viðmerkjarin, Hans Engell við in.fo fríggjadagin.
Men í Føroyum vita vit av royndum, at hóast landsstýrisfólk gera ógvuslig álop á løgmann, so fær tað ikki avleðingar, tí eitt nú Jenis av Rana er parlamentariska grundarlagið undir løgmanniu. Tað vil siga, at um løgmaður fornermar Jenis av Rana, so kann tað vera Bárður Nielsen heldur enn Jenis av Rana, sum endar úti í kuldanum.
Tað veit Bárður Nielsen, og tað veit Jenis av Rana enn betur.
Tá samgongusamráðingarnar vóru í september í 2019 lovaði Bárður Nielsen Miðflokkinum tveir landsstýrissessir. Hetta lyfti megnaði Bárður Nielsen ikki at uppfylla, tá samgongan bleiv skipað. Men Miðflokkurin fekk kortini tey málsøki, sum Bárður Nielsen hevði lovað Jenisi av Rana. Tí situr Jenis av Rana sum landsstýrismaður í tveimum aðalráðum, Mentamálaráðnum og Uttanríkisráðnum. Ein løgin samanseting, men tað var fyri at Bárður Nielsen kundi telja upp í 17.
Tað kom sera illa við hjá løgmanni og Kaj Leo Holm Johannsen, at Jenis av Rana sendi eina torpedo undir koppsetingarætlanina hjá landsstýrinum við at niðurgera koppseting sum heild.
Løgmaður er ikki fegin, men vit vita enn ikki, hvat hann ætlar at gera. Hann hevur sagt, at hetta verður tikið upp á landsstýrisfundi i morign.
Hóast tað kundi ført til uppsøgn av Jenisi av Rana, so verður tað valla so. Hóast løgmaður kanska av røttum er í øðini inn á landsstýrismannin, so fær hann valla gjørt tað stóra, tí Jenis av Rana í eini handavend kann taka støðið undan løgmanni – og so er landið í stjórnarloysi.
So vit fáa helst eina frágreiðing um, »hvussu landsstýrisfólk eiga at uppføra seg«, heldur enn at løgmaður setur Jenis av Rana upp á pláss. Durafjórðingin fær Jenis av Rana í øllum førum ikki!