Unga Tjóðveldi ótolnast nú eftir, at nýggja landsstýrið ger okkurt við málið um serstakan stuðul til fátækar barnafamiljur.
Víst verður á, at tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn sótu í andstøðu, hevði málið so stóran skund, at tingið mátti kallast saman í úrtíð.
Tá feldu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin uppskotið, men nú gamla andstøðan er komin til valdið, røkist framvegis einki fyri, at nakað verður gjørt við hetta so átroðkandi mál.
Tráin Petursson Nónklett, formaður í Unga Tjóðveldi, krevur, at málið verður raðfest í fíggjarlógini, so landsstýrið beinanvegin kann fara í gongd at veita serliga barnaískoytið. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Tráin Petursson Nónklett.