Landsstevnan stundar til

Ársins vikuskiftið hjá Føroysku sjómansmissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík vikuskiftið 28. – 30. apríl.

Tá savnast kvinnur úr sjómanskvinnuringunum um landið til ársstevnu, har ymiskt viðkomandi og áhugavert verður at hoyra og uppliva. Hugaligt er eisini at hitta vinir og kenningar, sum standa í sama arbeiði.

Á skránni verður millum annað: sangur, talir, heilsanir, frágreiðingar, áhugatími, tos um arbeiðið, hugnaløtur, burturluting og gudstænasta.

Góður matur verður at fáa, sum menn koma at gera og servera.

Umstøðurnar eru góðar í Leguhúsinum, so sæð verður fram til eitt gott og gevandi vikuskiftið. Tekning er neyðug og síðsta freist er týsdagin 18. apríl.

Allar kvinnur eru vælkomnar.