Meira enn hundrað menningartarnaði komu leygardagin saman við famliljum, stuðlum og øðrum til Klaksvíkar leygardagin at halda árligu landsstevnu Javna. Men hesuferð var talan um eina heit serliga landsstevnu, tí samstundis fylti kærkomna umlættingarheimið Dáin 10 ár. Tískil varð nógv gjørt burturúr degnum, ið byrjaði við skrúgongu frá ferjuleguni og inn í Vágstún, har Hannefía Poulsen, fyrrverandi formaður í Javna bar fram røðu.
Skrúgongan var sera hátíðarlig. Har var alt við, ið hoyrir einari skrúgongu til. Fremst gekk Klaksvíkar Hornorkestur, síðani komu tríggjar reiðgentur, og aftan fyri tær, komu teir mongu limirnir í Javna, saman við starvsfólkum á stovnum kring oyggjarnar, øll veittrandi við føroyskum fløggum og luftballónum. Fremstir av hesum vóru tveir flaggberarar, ið bóru merki Javna.
Mótasýning
Eftir hátíðarhaldið í Vágstúnið, varð farið í Ósáskúlan at eta matpakka, og síðani varð farið til mótasýning í Atlantis, har menningartarnað sjálvi vístu fram klæði. Í sambandi við mótasýningina var eisini eitt sindur av undirhaldi. Hans Jalti Skaale sang vísur og barnasangir saman við áhoyrarunum og áskoðarunum og eisini sang Jimmy Nielsen, ið sjálvur er menningartarnaður, tveir sangir. Hetta kom hann sera væl frá, hóast eingi undirspæl var til sang hansara.
Framløga
Eftir frálíku mótasýningina var aftur ein steðgur, áðrenn tær fýra, Jóna Olsen og Jórun Niclasen frá Dáanum og Ingunn Jacobsen og Jóna Johannesen frá Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu, hildu fyrilestur í Ósáskúlanum um ummlætting í framtíðini. Hesar fýra hava nevnililiga fyri stuttum verið í Danmark og skoða stovnar, ið fáast við menningartarnað, og var fyrilesturin bygdur á hesa ferð.
Eftir fyrilesturin bar til hjá áhoyrarunum at seta fram spurningar og eisini at koma fram við sínum egnu hugsjónum.
Rimmar veitsla
Klokkan 19 kom hæddarpunktið á degnum. Tá byrjaði nevniliga tann stóra veitslan, ið bæði var føðingardagsveitsla hjá Dáanum og ársveitsla hjá Javna. Veitslan byrjaði við døgurða, sangi og røðum. Talan var ikki bert um røður frá pædagogum og politikarum, men eisini frá teimum menningartarnaðu, og gjørdi hetta, at tey menningartarnaðu kendu seg væl til sættis á veitsluni, ið var teirra egna, og ikki ein veitsla fyri politikarar og pædagogar.
Eftir borðhaldið var harmonikudansur. Hýrurin til dansin var stak góður og dansigólvið var stúgvandi fult alt kvøldið, til Dúgvan fór um Leirvíksfjørð við meginpartinum av gestunum hálvan tíma áðrenn midnátt.
Meira um landsstevnuna hjá Javna í blaðnum í morgin.