Landsstýrisuppritið

Í uppritinum, sum Jacob Vestergaard legði fyri landsstýrið fyri einum ári síðani, er hesin listi yvir skipanir og ásetingar í galdandi fiskivinnulóggávu, sum hann ætlar at broyta:

• Gildistíðin á fiskirættindum. Her ætlar landsstýrismaðurin at taka av áramáls-avmarkingina á veiðiloyvum og áseta eina uppsagnartíð í staðin.
• Skipan við tilfeingisgjaldi. Her mælir landsstýrismaðurin til, at eigarar av fiskiførum størri enn 15 tons skulu rinda eitt tilfeingisgjald, ið verður sett sum eitt krónugjald fyri hvønn fiskidag og fyri hvørt kilo toskavirði av kvotu, sum verða útlutað. Gjaldið skal ásetast eftir fíggjarligu gongdini í teimum einstøku bólkunum.
• Reglur um útlendskan kapital og ognarskap í føroyskum fiskiskipum. Her ætlar landsstýrismaðurin at útihýsa útlendskum kapitali og eigaraskapi í skipunum.
• Umsitingarætlanir í fiskiveiðuni. Her skal gerast ein ítøkilig og miðvís ætlan, sum setir mál fyri fiskiskapin, so hann er innanfyri burðardyggar karmar.
• “Ogn Føroya fólks”. Hesa orðing vil landsstýrismaðurin broyta til ”ogn landsins” fyri at sleppa undan áhaldandi tvídrátti um, hvørt rætturin til tilfeingið er ein privatur ognarrættur ella ein brúksrættur.
• Endamálsorðingar og atlit at taka í avgerðum um reguleringar. Her ætlar landsstýrismaðurin at strika ásetingina um, at umsitingin av lógini um vinnuligan fiskiskap skal leggja dent á at tryggja støðug arbeiðspláss og virksemi um alt landið.
• Bólking av fiskiflotanum, loyvisskipan og umsetiligheit. Her er ætlanin, at tað fram eftir bara verður eitt slag av veiðiloyvum, ið bert tilskila, at ávísa fiskifarið hevur rætt at reka vinnuligan fiskiskap undir føroyskum flaggi. At egnar kvotur kunnu avhendast øllum øðrum fiskiførum, ið hava veiðiloyvi, sama hvørjum bólki fiskiførini eru í. At fiskidagar somuleiðis kunnu avhendast øllum øðrum fiskiførum, bert tey hava veiðiloyvi. Og at fiskiloyvi, ið geva atgongd til at fiska av felagskvotu, felagskvotu við hámarki, felags fiskidøgum ella øðrum fiskiskapi, kunnu avhendast (seljast).
• Brúksskylda á fiskirættindi. Her umhugsar landsstýrismaðurin, at fiskirættindi (veiðiloyvi) til skip yvir 15 tons skulu fella aftur til landið og gerast atkomilig hjá øðrum, um tey ikki hava verið brúkt í longri tíðarskeið, til dømis tvey ár.
• 60-prosent reglan. Landsstýrismaðurin skjýtur upp at strika hesa regluna, ið ásetir, at loyvishavari bert kann avhenda fiskidagar ella íslandskvotu, um hann sjálvur hevur brúkt 60 prosent av rættindunum fiskiárið frammanundan.
• 3 mánaðar reglan. Landsstýrismaðurin vil eisini sleppa at strika hesa regluna, sum sigur, at tað er loyvt at avhenda fiskidagar millum høvuðsbólkarnar, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum – bólkur 5 undantikin.
• Reglurnar um útblakingarbann. Landsstýrismaðurin ætlar at herða bannið móti útblaking av fiski, so tað eisini umfatar útblaking av ótilætlaðari ólógligari veiðu, eitt nú hjáveiðu, ungfiski og undirmátsfiski.
• Reglurnar um avreiðing av fiski í Føroyum og uttanlands. Landsstýrismaðurin vil strika kravið um, at fiskur, sum er landaður í Føroyum, bert kann flytast óvirkaður av landinum, um útflytarin hevur keypt hann á føroyskari uppboðssølu.