Jóhan Christiansen, Leirvík
Við yvirskriftini : Leirvíksmálið er ein bumba undir framtíðar samferðsluætlanum. Leggur landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm fyri. Millum annað sigur hann í greinini: ... Ein annar stórur trupulleiki við at góðtaka tunnilsverkætlanina sum hon fyriliggur, er at hetta skapar presedens...(Dimmalætting 14 feb.)
Síðani vil annar landsstýrismaður sleppa í part, nevnuliga Bárður Nielsen, við útsøgnum sum: Hann heldur, at um leirvíkingar fáa veg við lokrennu á sløttum, sum í minsta lagi verður tvífalt so dýrt sum ein vegaloysn oman fyri bygdina, kunnu vit vænta, at trýstið aðrastaðni fer at veksa. (- Nógvastaðni kring landið er nógv ferðsla, og tað er ikki allastaðni, at vegirnir eru útbygdir samsvarandi ferðsluni...
( HYPERLINK "http://www.olivant.fo" www.olivant.fo 20. feb.)
Tað hesir fólkavaldu politikkara siga er, at leirvíkingar mugu ikki fáa tí bestu farleiðina, tí vandi er fyri at onnur so fara at seta somu krøv.
Bárður Nielsen sigur enntá... -Nógvastaðni kring landið er nógv ferðsla, og tað er ikki allastaðni, at vegirnir er útbygdir samsvarandi ferðsluni.
Boðskapurin hjá Bárði Nielsen er við hesi útsøgn: Vit mugu ikki gera eina góða farleið um Leirvík, tí so vera vit noydd at gera ábøtur á verandi vegakerv, so vegirnir vera útbygdir samsvarandi ferðsluni.
Er málið, at besta farleiðin um Leirvík ikki skal vinna fram sum eitt presedens/fordømið, tí so sleppa landsmyndugleikanir frá at koma við góðum loysnum aðrastaðni í landinum, eitt nú t.d í Klaksvík .?
Mínir spurningar eru tískil:
Hvat er galið við góðum farleiðnum?
Hví skulu ábøtur ikki gerast á verandi vegakerv, har tørvur er á tí?
Aðalmálið hjá einum og hvørjum sum bjóðar seg fram at stjørna einum landið, skal vera at finna bestu loysnirnar uppá øll mál. Altíð at skapa góð fordømir, og ikki at leggja meinbogar í vegin fyri góðum loysnum, fyri løtuvinningar.
Eg vil hervið heita á allar landspolitikkara at seta nýggja kós. Eina kós sum tænir øllum samfelagnum. Eina kós, sum røkkur longur enn bert eitt valskeið í senn.