Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri:
Tað var ein tungur biti at gloypa fyri Bjarna, tá hann við tárum mátti veittra samstarvsfeløgunum úr Tjóðveldisflokkinum farvæl, men eitt smíl var aftur at hóma, tá hann framhaldandi slapp at klippa snórar og halda setanarrøður sum vinnumálaráðharri. Kollfirðingurin blíðkaðist heilt, tá oljumál gjørdust hansara, og við hesum fekk Bjarni allar fortreytir at varðveita sína støðu sum kontaktpersónur nr. 1 í fjølmiðlunum.
Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri:
Upplagda valið til mentan og kirkjuna fall sjálvsagt á bróðurin úr Fólkaflokkinum, Jógvan á Lakjuni. Fremsta mál Fólkafloksins hevur jú altíð verið at hjúkla um mentan okkara, og við støði í útsagnum mentamálaráðharrans á sinni um eitt nú ginurnar eru fólk á einum máli um, at føroysk mentan ikki kundi verið í tryggari hondum. Bispur skal nú eisini lýða harraboð úr brøðrasamkomuni, og higartil hava bispur og lakjumaðurin víst sannan samstarvsvilja og bygt slóðbrótandi brýr millum trúarbólkarnar.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður:
Endiliga gjørdist Jóannes løgmaður, men fáur hevur goldið so dýrt loysigjald fyri heita sessin í Tinganesi. Øll stevnuskráin var alt fyri eitt gloymd, tá Jóannes gjørdist samráðingarleiðari, og verkamaðurin stóð eftir við Svartaperi. Løgmaður hevur havt nógv um oyruni, men størsta hálið higartil var tó, tá løgmaður í Sosialinum gjørdi bart við rungandi boðum úr Tinganesi: Øll tey gomlu skulu drekka eina kannu av vatni um dagin. Meir av hasum, Jóannes!
Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri:
Bóndin úr Syðradali skuldi brádliga leggja fiskimonnum lag á. Men síðani hevur eingin sæð ella hoyrt til mannin, sum varðar av 98% av føroyska útflutninginum. Leysatíðindi vilja vera við, at fámælti norðoyingurin framvegis sópar undan neytum og undirvísir børnum í Syðradali, tí maðurin er so ikki at finna í pressuni mótvegis ungangongumonnunum Johan Dahl, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen.
Jógvan við Keldu, innlendismálaráðharri:
Tað tók ikki kórleiðaranum leingi at markera seg: Allir útlendingar skulu burturvísast, tí nakrir neyðars føroyingar ganga arbeiðsleysir, og so má ítrótturin sigla sín egna sjógv. Jógvan við Keldu slapp framat, tí Kallsberg ikki varð skikkaður, men hetta leggur fyrrverandi borgarstjórin líka í. Nú manglar honum bert at vinna borgarstjórasessin í Klaksvík aftur.
Hans Pauli Strøm, almanna- og heilsumálaráðharri:
Tað var sanniliga brúk fyri einum røttum Robin Hood inni á gráu gongunum á Landssjúkráhúsinum, sum berjist fyri verkamanninum og teimum veiku. Fjøðurin var á veg í hattin hjá Hans Paula undir viðgerðini av skattauppskotinum, men ólukkutíð fekk hann munnkurv frá floksformanninum. Næsta vónbrotið var, tá navn hansara ikki var at finna í stórverkinum hjá Bent Jensen um Hans Paula og kammeratarnar. "Je stóð sgu fremst í mótmælisgongunum í Mjørkadali?" sigur Hans Pauli undrandi.
Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri:
Seigi og seini vestmenningurin megnar als ikki at venja seg við ferðina í føroyskum politikki, og fyrrverandi VÍF málverjin skuldi møguliga tikið gogguna við sær í SVF, tá Høgni og Katrin í felag skutu seigliga fíggjarmálaráðharran niður. Avloysarin Bárður stendur ikki undangongumanninum og retoriska meistaranum Karsteni Hansen kurl, hvat talugávum viðvíkur, og saknurin er stórur í hittinorðaða sheriffinum úr Klaksvík.










