Evnisdagur
At verða landsstýrismaður er ikki bara sum at siga tað.
Tað eru nágreiniligar reglur fyri, hvussu ein landsstýrismaður skal bera seg at og tað eru nágreiniligar reglar fyri, hvat hann hevur loyvi til og ikki.
Men samstundis eru tað nógvar óskrivaðar reglar fyri, hvussu ein landsstýrismaður skal bera seg at, fyri at fáa tað politiska arbeiðið at glíða.
? Tí gjørdu vit av at skipa fyri enum evnisdegi herfyri, har í landsstýrismenn og teirra aðalstjórar fingu undirvísing í, hvussu politiska skipanin í Landssýrinum virkar-og eigur at virka, sigur Jòannes Eidesgaard, løgmaður.
Tað er ongin loyna, at undanfarna samgonga var ikki júst heimsmeistari í at samskipa tað politiska arbeiðið og at fáa tað at glíða. Avleiðingin av tí var, at tað var mestsum dagligur kostur, at politikarar úr samgonguni brustu saman í hørðum orðadrátti fyri opnum teppi í Løgtingi og í fjølmiðlum.
Uttan iva hevur ein høvuðsorsøk til tað verið, at tað knípti við samskiftinum í landsstýrinum og at tað politiska arbeiðið í samgonguni varð ikki nógv væl samskipað. Tí vóru nógv mál løgd fyri Løgtingið, áðrenn politisk semja varð fingin um tey og tað elvdi til nógv slagsmál í samgonguni fyri opnum teppi.
Forða fyri almennum ósemjum
Jóannes Eidesgaard, løgmaður heldur, at slíkar innanhýsis ósemjur, sum vit upplivdu undir farnu samgongu, eru ógvuliga uppslítandi og órógvandi og eru við til at máa støðið undan álitinum á samgonguna.
Og tað vil hann ger nógv fyri at spara hesa samgonguna fyri.
Men tað er onki at ivast í, at hann fær seg royndan, tí hetta landsstýrið er eisini í teirri serligu støðu, at heilir fimm av teimum sjey landsstýrismonnunum hava als ongar royndir úr landsstýrinum. Tað eru bara Jóannes Eidesgaard og Bjarni Djurholm, sum hava verið landsstýrismenn áður.
Tí var endamálið við evnisdegnum at greiða landsstýrismonnunum frá, hvat er røtt og hvat er skeiv mannagongd. Og ikki minst var evnisdagurin um, hvat er góður siður og hvat er vánaligur siður í landsstýrisarbeiðnum.
? Endamálið var at kunna landsstýrismenninar um, hvat er góður fyrisitingarligur siður. Endamálið var eisini at kunna teir um tær mannagongdir, sum eru galdandi fyri arbeiðið í landsstýrinum og at greiða teimum frá lógini um ábyrgd landsstýrismanna, styrisskipanarlógini og fyrsitingarlógini, sum landsstýrismenn arbeiða undir, sigur Løgmaður.
Fáa arbeiðið at glíða
Men samstundis vóru landsstýrismenn eisini kunnaðir um, hvussu løgmaður vil hava, at arbeiðið í landsstýrinum verður skipað.
?Tað er umráðandi at vit alla tíðina kunna hvønn annan um tey ymisku viðurskiftini og at vit eru opnir fyri hvørjum øðrum.
?Og kanska er tað mest umráðandi av øllum, at tá ið trupuleikar taka seg upp, so verða teir lagdir fyri samgonuna, áðrenn teir sleppa at veksa seg so stórar, at aðrir taka teir úr hondunum á okkum, sigur Jóannes Eidesgaard og sipar til andstøðuna.
Hann sigur, at tað er stórur munur á at vera løgtingsmaður, sum kann føra sín egna, partapolitikk og at vera landsstýrismaður, sum varar av einum heilum málsøki.
? Ein landsstýrismaður hevur ein heilt annan leiklut enn ein tingmaður, tí ein landsstýrismaður er ein umsitari av einum málsøki. Sostatt skal landsstýrismaðurin virða nakrar mannagongdir og hann kann ikki taka partapolitisk atlit í sama mun sum ein tingmaður.
? Ein landsstýrismaður hevur eisini ein serligan leiklut í Løgtinginum, tí landsstýrismenn eiga, so vítt gjørligt, bara at viðgera tey málsøki, teir sjálvir umsita og teir eiga helst ikki at leggja seg út onnur málsøki.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað varð eisini greitt frá, hvussu teir politisku landsstýrisfundirnir fara fram, hvussu, og nær landsstýrismenn leggja mál fyri landsstýrið og yvbirhøvur, hvussu samskiftið í landsstýrinum eigur at vera.
Jóannes Eidesgaard sigur, at síðani vit fóru yvir til hesa nýggju skipanina liggur ein heilt onnur ábyrgd á hvørjum einstøkum landsstýrismanni enn tað gjørdi undir teirri gomlu skipanini, har landsstýrið var ferlags um allar avgerðir. Nú er tað hvør landsstýrismaður sær, sum tekur avgerðir á sínum øki.
Stór krøv til Løgmann
Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta setir stór krøv til løgmann, sum hevur ábyrgdina av at samskipa arbeiðið í landsstýrinum, so at talan í veruleikanum verður um eitt landsstýrið og ikki sum sjey.
Hann sigur, at nú hevur hann eisini arbeitt undir eini aðrari skipan, tey árini, hann, hann sat í fólkatinginum.
? Har eru mannagongdirnar nógv tryggari og væl skipaðar enn vit eru von við. Har var ógvuliga stórur dentur lagdur, at málini vóru greið, tá ið tey vóru løgd fyri fólkatingið og at samskiftið ímillum ráðharran og tað politiska baklandið, fólkatingið, var gott og og at hvør flokkur hevði sína støðu greiða, tá ið eitt mál varð lagt fyri fólkatingið - og at hvør flokkur hevði framsøgufólk, sum talaði floksins vegna.
? Tað krevur eisini meiri av teimum politisku flokkunum og ein stór uppgáva hjá løgmanni verður at trygga samskiftið ímillum landsstýrið og flokkarnar í samgonguni.
Tað krevur so aftur, at flokkarnir í samgonguni menna seg og gera mannagongdir fyri, hvussu teir viðgera mál innanhýsir og at teir so viðgerða tey mál, teir fáa til ummælis frá landsstýrinum og boða landsstýrinum frá frá teimum viðmerkingum, teir hava, so at uppskotið er liðugt, tá ið tað verður lagt fyri tingið, fyri at sleppa undan innanhýsis stríði í samgonguni, tá ið landsstýrið leggur mál fyri Løgtingið, sigur Jóannes Eidesgaard.