Seinasta dømið er, at Johan Dahl og Jacob Vestergaard nú flyta sær umsitingina av skipunum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og Havstovuni suður til Suðuroyar.
Poul Michelsen spyr løgmann, um hetta er ein avgerð, sum er viðgjørd og góðkend í landsstýrinum, tí løgmaður fyri tveimum árum síðani segði, at ein yvirskipaður politikkur skuldi orðast, soleiðis at øll kundu kenna seg trygg. Spennandi verður at hoyra svar løgmans...