Niclas Johannesen
Útalilsini frá Jákupi Mørkøre, sjúkrahússtjóra, í farnu viku í sambandi við dálkingina frá røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum fingu harðan kritikk í tinginum mikudagin.
Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, spurdi Helenu á Dam Neystabø, um hon tók undir við úttalilsunum hjá sjúkrahússtjóranum, sum í farnu viku millum annað segði, at málið var blást upp í pressuni, og at framkalliveskan ikki hevði skatt umhvørvið.
Helena Dam segði í sínum svari til Jenis av Rana, at tað hevði verið betri, um sjúkrahússtjórin ikki úttalaði seg sum hann gjørdi. Hon vísti á, at enn var ongin kanning gjørd av, hvat árin hetta brot á lógina hevði havt við sær. Og tískil ber ikki til at koma við nakrari staðfesting hesum viðvíkjandi.
Eyðun Eltør, landsstýrismaður við umhvørvismálum um hendi, fanst somuleiðis at úttalilsunum hjá sjúkrahússtjóranum. Hansara grundgevingar vóru tær somu sum hjá landsstýrismanninum við heilsumálum.
Jenis av Rana fegnaðist um svarið frá teimum báðum landsstýrismonnunum.
Onki var tó sagt um, at ónøgdin hjá landsstýrismonnunum og ið hvussu er tí eina tingmanninum fer at fáa nakrar avleiðingar fyri sjúkrahússtjóran.