Landsstýrismenn eiga at umsita sítt egna øki

Heðin Zachariasen, løgtingsmaður
------------------------------------------------

Tað var ikki sørt ørkymlandi at hoyra og lesa tað, sum Hans Pauli Strøm legði út við dagin eftir, sum hann var útnevndur landsstýrismaður í bæði almanna- og heilsumálum. Ein kundi fáa varðhugan av, at Hans Pauli Strøm eisini var settur landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Mín áheitan skal verða, at landsstýrismenn avgreiða málini í landsstýrinum, heldur enn at profilera seg sjálvan í fjølmiðlunum. Kann ein landsstýrismaður ikki tað, eigur Jóannes Eidesgaard løgmaður at handla og seta onnur í landsstýrissessirnar, hetta fyri at fáa arbeiðsfrið framyvir. Tað eigur at verða gjørt øllum, sum eru í landsstýrinum, púra greitt. Teir, sum søgdu tingsessin frá sær, eiga at gera sær hetta greitt, eins og teir, sum ikki náddu um tinggáttina, men hava fingið litið í hendur tað álitisstarv, tað er at verða landsstýrismaður. Her skuldi verið nóg mikið at tikið hond í og sett í verk.
Við ynski um gott samstarv.