Landsstýrismaðurin: Strandferðslan hevur funnið eitt gott skip

Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, vil ikki lasta leiðsluni á Strandferðsluni fyri óreglusemið, sum hevur verið á rutusiglingini millum Suðuroy og Havnina, síðan Regina Baltica fór í sigling sum avloysaraskip fyri Smyril. Hann vísir á, at tað er eitt sera avmarkað útboð av ferjum, sum tú kann leiga í so stutta tíð, sum talan er um í hesum førinum.

Hann sigur, at leiðslan á Strandferðsluni hevur lagt sera stórt arbeiði í at finna eitt avloysaraskip, sum er hóskandi við plássi til ferðafólk, siglingstíð og umstøðum umborð.

- Skipini, sum Strandferðslan hevur leigað seinastu ferðirnar, hava ikki verið nøktandi. Tí ynskti leiðslan at leiga Reginu Baltica, hóast bógskrúvan er so mikið veit, at um vindurin fer upp um 12 metrar um sekundið av landsynningi, so eru trupulleikar. Eg haldi ikki, at leiðslan á Strandferðsluni skal lastast fyri støðuna. Leiðslan hevur funnið eitt gott skip við peningsjáttanini, sum var til taks, sigur Johan Dahl.

Landsstýrismaðurin metir, at tað er svartasta óeydnað, at hann skuldi leggjast við nógvum vindi av landsynningi júst í tíðini, Regina Baltica skuldi røkja siglingina.

Hann leggur kortini afturat, at tað er ein áminning um, at tað er neyðugt at finna eina varandi loysn, so tað ikki hendir aftur. Hann ásannar, at tað er kostnaðarmikið at hava eitt avloysaraskip, og tað er tí ikki ein møguleiki.

Men tað er ein politiskur spurningur, sum skal viðgerast, tí tað er ikki bara Smyril, sum skal í dokk, sigur hann.