Landsstýrismaðurin stendur við ábyrgdini

Formaður Sjálvstýrisflokksins, Kári P. Højgaard, heldur framvegis, at Jacob Vestergaard, eigur at standa við ábyrgdini, nú tað vísir seg, at landsstýrið skal rinda endurgjald í málinum um Jógvan S

29. mai ivaðist Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, ikki eina løtu. - Endar hetta við, at landsstýrið noyðist at betala endurgjald, skal landsstýrismaðurin sjálvur standa fyri ábyrgdini, staðfesti hann í blaðnum tá. Í dag ivast hann heldur ikki tað minsta. - Sjálvandi skal hann tað, sigur Kári P. Højgaard í stuttari viðmerking til Sosialin í dag, tá vit spyrja hann, um hetta er ein støða hann framvegis stendur við. Hann vil tó ikki siga nógv meiri enn akkurát tað, tí málið er ikki endaliga liðugt viðgjørt enn, sigur hann, og sipar til, at møguleikin fyri at kæra í málinum framvegis er til staðar. Tó er greitt, at landsstýrið hevur gingið við til at rinda eitt endurgjald áljóðandi 2,5 milliónir krónur, og síðani Kári P. Højgaard stendur fast við sínar útsagnir, so merkir tað, at Jacob Vestergaard hevur nøkur ting at greiða frá, tá tingið kemur saman aftur á Ólavsøku. Spurdur beinleiðis, um hann fer at leggja eitt misálit móti landsstýrismanninum fram, svarar formaður Sjálvstýrisflokksins, at hann ikki kann svara upp á tað, fyrr enn málið er endaliga viðgjørt.

Positivt at endurgjaldið er 2,5 mió
Formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, hevur ikki hug at seta spurnartekin við trúvirði hjá Jacob Vestergaard sum landsstýrismanni. Heldur ikki, tá tað nú vísir seg, at landsstýrismaðurin hevur tikið eina avgerð, sum eftir øllum at døma sær út til at koma at kosta skattgjaldaranum 2,5 milliónir krónur.
- Jacob Vestergaard tók eina avgerð, sum tá var mett at vera tann rætta, men seinni vísir tað seg ikki at vera so. Tað er tað, sum kann henda í eini skipan sum hesari, sigur Kaj Leo Johannesen, ið eisini heldur tað vera positivt, at endurgjaldskravið sum var 10,7 milliónir krónur, í síðsta enda ikki kom at vera meiri enn tær góðu tvær milliónirnar.

Undarlig gongd
Kaj Leo Johannesen hevur heldur hug at snara málinum á høvdið, og varpa eitt annað ljós á málið. - Fiskiríkidømið er fólksins ogn, nakað, sum eg og tú og øll hini eiga.Tí undrar tað meg stórliga, at tú fært tað fyri onki, og síðani kemur og krevur eitt endurgjald upp á omanfyri tíggju milliónir, sigur Kaj Leo, sum heldur at tað hevði verið ein sera áhugaverdur spurningur at tikið upp og viðgjørt reint prinsipielt.