Landsstýrismaðurin ásannar trupla støðu

Støðan hjá samferðsluni millum oyggjarnar er viðbrekin, tí skipini eru so gomul og slitin, ásannar landsstýrismaðurin. Landsstýrið hevur viðgjørt keyp av brúktum avloysaraskipi til Strandferðsluna

 

Klaksvík: Landsstýrið hevur viðgjørt spurningin um at keypa eina brúkta ferju, sum Strandferðslan kann hava sum fast avloysaraskip, men semja er ikki um hetta keyp.

Tað sigur landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri samferðsluni, Bjarni Djurholm.

Strandfaraskip Landsins hava skotið upp fyri landsstýrinum, at Strandferðslan fer at leita eftir einari 5 til 10 ára gamlari ferju, sum kann keypast fyri einar 20 til 25 milliónir krónur.

Hendan ferjan, sum kann verða á stødd millum Ternuna og Dúgvuna, skal so verða fast avloysaraskip hjá Strandferðsluni.

? Vit hava havt málið á borðinum, men tað er ikki politisk semja um tað, sigur Bjarni Djurholm.


Línudansur

Seinastu vikurnar hevur samferðslan um Lorvíksfjørð og Vestmannasund verið merkt av, at Dúgvan hevur havt maskinskaða.

Leiðirnar millum meginøkið, Norðoyggjar og Vágar hevur verið rakt av verri tænastu, minni skipum og longri bíðitíð hjá ferðandi.

Strandferðslustjórin, Reidar Nónfjall, staðfestir, at støðan hjá Strandferðsluni er vánalig, tá eitt skip verður rakt av maskinskaða.

Strandferðslustjórin segði í farnu viku við Sosialin, at virksemið hjá SL er ein dagligur línudansur, tí skipini eru so gomul, at møguleikin fyri tekniskum brekum er stórur. Hann kann so ikki veita trygd fyri, at líknandi støða sum tann við Dúgvuni ikki kemur fyri aftur.


Glottar at hóma

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, gevur Strandferðslustjóranum rætt í, at stovnurin er í einari truplari støðu.

? Strandferðslan hevur ongan møguleika at halda eina tænastu, um eitt skip fær maskinbrek, og tá miðalaldurin á skipunum eru yvir 30 ár, eru møguleikar fyri tekniskum brekum til staðar, sigur Bjarni Djurholm, sum tó heldur, at glottar eru fyri framman.

? Vit fáa nú nýtt skip til Sandoyarleiðina, og um tvey ár verður vónandi koyrandi um Vestmannasund. Harafturat skal nýtt Suðuroyarskip byggjast, og tað fer at nøkta tørvin á hesi farleið nógv ár fram í tíðina, sigur hann.

Bjarni Djurholm ásannar tó, at støðan her og nú er vánalig.

? Tvær ferðir í míni tíð sum landsstýrismaður hava vit verið noydd at fara í fíggjarnevndina eftir pengum, tí Dúgvan hevur fingið brek. Tað kostar bæði orku og pengar at leiga ferjur at avloysa strandfaraskipini, og tí hevði sjálvsagt verið lættari við eini fastari avloysaraferju.


Komandi tvey árini

Bjarni Djurholm heldur, at tað verða serliga komandi tvey árini, sum kunnu fara at volda trupulleikar í samferðsluni millum oyggjarnar.

? Tá undirsjóvartunnilin um Vestmannasund er liðugur, hava vit Ternuna at taka til. Hetta verður um eini tvey ár, og tí hevur landsstýrið viðgjørt spurningin um, hvat skal gerast komandi tvey árini. Vit hava tó onga politiska semju gjørt um hetta mál, sigur Bjarni Djurholm.

Strandferðslan hevur júst leigað avloysaraferju fyri Dúgvuna, og hetta leigumálið kostar næstan 40.000 krónur um dagin.

Spurningurin er tí, um tað í longdini kann loysa seg betur at eiga enn at leiga avloysaraskip ? ikki bara fyri tænastuna hjá Strandferðsluna, men eisini reint fíggjarliga.