Landsstýrismaðurin má kannast

Løgmaður eigur at kanna, um landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum tók ósaklig atlit, tá hann lat alla gransking í Føroyum upp í hendurnar á yvirlækna, sum hevur persónlig áhugamál í granskingini, sigur løgtingsmaður

 

Gransking


Kristian Magnussen, løgtingsmaður, heldur, at hetta er eitt mál, sum løgmaður eigur at koma uppí.

Hann vísir á, at løgmaður eigur at kanna, um landsstýrismaðurin og hansara fólk ganga við ósakligum ætlanum í hesum málinum.

Tað grundar hann á, at hann er vitandi um, at føroyskir granskarar uttanlands fyri meira enn einum ári síðan bóðu um loyvi at granska í ávísari sjúku í Føroyum.

Teimum varð víst til yvirlæknan, sum landsstýrismaðurin hevði sett at taka sær av málinum. Yvirlæknin svarar aftur, at tað verða eingi loyvi givin, fyrr enn lógarverk er gjørt.

Síðan hendir einki meira í málinum, sigur løgtingsmaðurin. Tað tykist, sum lok verður lagt á.

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við almanna og heilsumálum, boðaði í apríl frá, at eitt lógaruppskot fór at koma beint eftir ólavsøku, men tað er ikki komið enn. Og enn ganga føroysku granskararnir uttanlands og bíða eftir svari upp á umsókn, sum send varð fyri meira enn einum ári síðan. Teir vildu sleppa at halda fram við arbeiðið, teir vóru byrjaðir upp á uttanlands, men sum kravdi, at eisini varð granskað í Føroyum.

?Tí er hetta ein beinleiðis áheitan á løgmann um at hava eftirlit við landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum og kanna, um hann tekur ósaklig atlit, tá hugsað verður um gransking í Føroyum, sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður.


Yvirlæknin ógegnigur

Kristian Magnussen er ikki í iva um, at yvirlæknin, sum Almanna- og Heilsumálastýrið hevur sett at umsita arvagranskingina í Føroyum, er ógegnigur.

Landstýrismaðurin við almanna og heilsumálum hevur ikki hugsað seg nóg væl um, tá hann setti fólk at umsita granskingina í Føroyum. Maðurin, sum hevur alt vald á granskingini, er ógegnigur, tí hann samstarvar persónliga við útlendskan granskingarstovn, sigur Kristian Magnussen.

Hann leggur dent á, at hansara viðmerkingar eru á ongan hátt nakað álop á yvirlæknan, talan er um. Maðurin hevur gjørt tað arbeiðið, hann er biðin um at gera. Men tað er landsstýrismaðurin, sum hevur biðið hann til arbeiðis, ið hevur hugsað sera stutt, sigur Kristian Magnussen. Yvirlæknanum er latið upp í hendur alt vald á føroyskari gransking í framtíðini.


Málsviðgeri

Kristian Magnussen sigur, at tað tykist honum løgið, at landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, sigur við Sosialin, at yvirlæknin hevur havt tað lógartekniska arbeiðið um hendur.

?Tað samsvarar ikki við tann veruleika, sigur Kristian Magnusen, at sami yvirlækni sendir svar upp á umsóknir frá útlendskum granskingarstovnum um at sleppa at granska í føroyskum arveginleikum.

Annað bræv, sami granskingarstovnur hevur fingið frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, sigur, at stovnurin skal venda sær til hendan ávísa yvirlæknan. Og seinni hevur yvirlæknin so svarað upp á umsóknina.

?Tað merkir, at yvirlæknin beinleiðis er málsviðgeri og ikki bara situr og smíðar lógartekst, sum landsstýrismaðurin sigur, vísir Kristian Magnussen á.


Monopol

Tá landsstýrismaðurin í Sosialinum tosar um ein almennan stovn, sum skal umsita granskingina í Føroyum, sigur hann ikki alt, sum frammi hevur verið, vísir Kristian Magnussen á.

Hann minnir á svarið, Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, gav einum fyrispurningi í tinginum í apríl í ár.

Í tí svarinum verður róð fram undir, at avtala skal gerast við ein útlendskan granskingarstovn, sum so skal hava alla granskingina um hendur.

Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at samstarvið kann skipast soleiðsi, at eitt partafelag verður stovnað við føroyskum og útlenskum pengum. Føroysku pengarnir skulu vera almennir, meðan útlendski granskingarstovnurin skal hava sín lut av partapeninginum. Tó skal meirilutin vera føroyskur.

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sigur í svarinum, at hann kundi hugsað sær skipanina soleiðis, at hendan landsfyritøkan skal so umsita øll rættindi til diagnosur í føroyska heilsuverkinum.

Lagt verður afturat, at tað tó skal vera møguligt hjá einum og hvørjum, sum vil granska uttan peningalig áhugamál, at fáa atgongd til upplýsingar, sum hendan landsfyritøkan liggur inni við.

?Men hvat er so tað at granska uttan peningalig áhugamál? spyr Kristian Magnussen.

Hann tekur aftur í aftur, at tað tykist sær, at her er grund til at hugsa, at áður umrøddi yvirlækni ikki átti at verið so innblandaður, sum hann er í hetta málið.

?Tí tað er alment kent, at hann er í tøttum samstarvi við útlendskan granskingarstovn, og tað tí kann vera freistandi at blanda tingini saman. Maðurin er við ørðum orðum ógegnigur, staðfestir Kristian Magnussen, løgtingsmaður.