Landsstýrismaðurin kann elva til rasismu

- Bæði tingið og samgongan eru samd um, at framferðarhátturin hjá Jógvani við Keldu í útlendingamálinum als ikki er nøktandi, og eftir mínum tykki skal Jógvan við Keldu ansa eftir, at hann ikki setur niður ein spíra til fremmandahatur í Føroyum, sigur John Johannesen, tinglimur Javnaðarfloksins

Eftir fyrispurning frá Bill Justinussen úr Miðflokkinum var kjak í tinginum mikudagin um nógv umstrídda útlendingamálið, sum fær so ógvusligar avleiðingar fyri føroyskan ítrótt.
Ein av røðarunum í tinginum var John Johannesen úr Javnaðarflokkinum, og hann er ikki í iva um, at hvørki samgonga ella andstøða taka undir við ætlanunum hjá landsstýrismanninum í innlendismálum.

Sjálvt Fólkaflokkurin ímóti
John Johannesen sigur, at ein stórur meiriluti í tinginum er samdur um at vera ósamdur við Jógvan við Keldu.
- Umframt andstøðuna, sum jú hevur til uppgávu at vera ímóti, vóru bæði javnaðar-, sambands- og fólkflokstinglimir, sum av tingsins røðarapalli funnust at Jógvan við Keldu og hansara tilmæli, sum nú er í danska útlendingamálaráðnum, sigur ein avgjørdur John Johannesen.
Ungi tingmaðurin nevnir sum dømi floksfelagarnar hjá Jógvan við Keldu Poul Michelsen, Jákup Mikkelsen og Jørgen Niclassen, sum allir á ein ella annan hátt ikki mettu núverandi støðu vera nøktandi.
- Annika Olsen var helst einasti røðarin, sum tók undir við landsstýrismanninum í innlendismálum, og annars vóru so at siga øll ímóti tilmæli hansara, slær fyrrverandi tíðindamaðurin í Javnaðarflokkinum fast.

Vandi fyri rasismu
John Johannesen ber ótta fyri, at áhaldandi útmeldingarnar hjá innlendismálaráðharranum um útlendingar kann seta ein spíra til fremmandahatur í Føroyum.
- Tá ein landsstýrismaður ferð eftir ferð úttalar seg á slíkan hátt, sum Jógvan við Keldur hevur gjørt, kann hetta elva til økta rasismu í Føroyum, og tískil mugu vit tala at, heldur John Johannesen.
Hann undirstrikar, at hann á ongan hátt leggur landsstýrismannin undir at vera rasist, men vil tinglimur Javnaðarfloksins heldur vísa á møguligar vandar, sum kunnu standast av slíkum kjaki.

Jógvan koyrir solo
John Johannesen heldur, at tað ikki kann vera rætt, at ein landsstýrismaður uttan undirtøku nakrastaðni skal avgerða føroyskan útlendingapolitikk.
- Málið er ongantíð viðgjørt í samgonguni, og í staðin fyri, at vit í felag settu okkum niður og tóku stóra og týdningarmikla málið frá grundini, hevur landsstýrismaðurin tikið eina drastiska avgerð einsamallur, sigur ein misnøgdur John Johannesen.
Niðanfyri mælir Poul Michelsen til eina grein 25 nevnd, sum skal orða nýggjan føroyskan útlendingapolitikk, og hesum tekur John undir við.
- Eg taki undir við Poul Michelsen, sum mælir til at seta eina serstaka tingnevnd at orða ein breiðan útlendingapolitikk til føroysk viðurskifti, og áðrenn hetta er gjørt, kann Jógvan við Keldu ikki taka nakra avgerð einsamallur, sigur John Johannesen.
Nýklakti tingmaðurin úr Javnaðarflokkinum heldur, at tað eru meiri átroðkandi mál í Innlendismálaráðnum enn at forða útlendskum ítróttarfólki at koma til Føroya og menna føroyskan ítrótt.